Skriva út
Lagt út: 06.01.2009

Verkstova um orku-gransking

5. februar 2009 verður ein verkstova í Keypmannahavn um at gera netverk og at finna samstarvsfelagar til verkætlanir innan orku í FP7. Verkstovan er fyri fyritøkur, sum vilja gera netverk við framtíðar luttøku í FP7 verkætlanum fyri eyga.

Verkstovan verður í hølunum hjá Dansk Energi, Rosenørns Allé 19, Frederiksberg.

Endamálið við verkstovuni er at kunna um teir mongu møguleikarnar, ið eru fyri at gera netverk og at finna samstarvsfelagar.

Tað eru Dansk Energi og EuroCenter, sum í felag skipa fyri verkstovuni.

Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug. Evnstamark fyri tilmelding er 29. januar 2009.

Les meira um verkstovuna, og sí skránna fyri dagin her.