Skriva út
Lagt út: 16.09.2013

Verkstova um ílegugransking

Á FarGen Summit er, fer David Micklos frá Cold Spring Harbor Laboratories at halda fyrilestur um at undirvísa um ílegur í skúlum og almenna rúminum. Í hesum sambandi skipar FarGen mikudagin fyri verkstovu fyri lívfrøðisnæmingum á hástigi úr Studendaskúlunum í Hoydølum og á Kambsdali, umframt lívfrøðislesandi á Setrinum. Væntandi verða eini 40-50 næmingar við á verkstovuni, sum verður hildin á Setrinum.

David Micklos er stjóri á Dolan Learning Center á Cold Spring Harbor, New York .Hann verður mettur at hava havt stóran týdning í at varpa íleguvitan út til bæði skúlar og samfelag í USA, og hevur hann vunnið fleiri heiðurslønir fyri hetta. Ein umráðandi partur av FarGen er at menna vitan og útbúgving um ílegur. Hetta bæði fyri at hækka vitanarstøðið um ílegur, men eisini fyri at elva til forvitni hjá næmingum, soleiðis at áhugi verður fyri at nema sær útbúgving á hesum øki. Íleguvitan fær alsamt størri týdning komandi árini – og tí er eisini neyðugt at menna um vitan og førleikar á hesum øki í Føroyum. Íleguvitanin fer at fáa stóra ávirkan á okkum, við ella uttan FarGen.

Tiltakið hevði ikki eydnast uttan stuðul frá Fiskaaling, Vaðhorn, Føroyagrunninum og Atlantic Airways.