Skriva út
Lagt út: 05.12.2008

Verkstova um heilsugransking

29. januar 2009 verður ein verkstova um stuðulsmøguleikar innan heilsuøkið. Verkstovan verður í INCUBA Science Park í Århus.

Endamálið við verkstovuni er at kunna um møguleikar fyri fígging til nýskapan innan heilsu frá økis- og europeiskum stuðulsskipanum, eisini heilsuskráin í FP7.  Harumframt er endamálið við verkstovuni at skipa eitt betri netverk millum fyritøkur og granskarar og harvið skapa møguleikar fyri øktum samstarvi um nýskapanarverkætlanir.

Les meira um verkstovuna her.