GLISFO Report
Skriva út
Lagt út: 25.06.2025

Verkstova styrkti samstarv millum granskarar í útnorði

Granskarar í útnorði kunnu gagnnýta førleikar og tilfeingi hjá hvørjum øðrum á fleiri økjum, og tættari samstarv kann styrkja luttøkuna hjá londunum í norðurlendskum og altjóða granskingarsamstarvi.

Tað eru høvuðsniðurstøðurnar frá verkstovuni "GLISFO: Strengthening Regional Ties", ið varð hildin í Føroyum 19.-21. august í fjør. Ein frágreiðing um verkstovuna er júst útgivin og sæst her:

GLISFO 2024 Report by Granskingarráðið

Meira enn 70 granskarar og onnur umboð fyri universitet, granskingarstovnar og granskingarráð í Føroyum, Grønlandi og Íslandi luttóku á verkstovuni, ið varð hildin í Norðurlandahúsium. Granskingarráðið skipaði fyri verkstovuni í samstarvi við Grønlendska Granskingarráðið, Íslendska Granskingardepilin - Rannís og Íslendska Arktiska Samstarvsnetverkið.

Endamálið við verkstovuni var at styrkja granskingarsamstarvið mlilum Grønland, Ísland og Føroyar. 

Fleiri evni av felags áhuga vórðu viðgjørd á ráðstevnuni, og granskarar í teimum trimum londunum fingu samband við granskarar, ið arbeiða við líknandi evnum, og við granskarar á øðrum fakøkjum. 

Í frágreiðingini eru samandráttir frá verkstovuni, niðurstøður og tilmælir.