Verkætlan hjá Nicolinu J. Beder endað við bók um seyð, ull og tøting
 Nicolina Jensen Beder hevur í mong ár savnað inn tilfar og arbeitt við spurningum um seyðin í Føroyum og serliga um handfaringina av ullini og tilvirkanina av henni. Hetta drúgva og umfatandi arbeiðið er nú givið út í bók við heitinum Seyður, ull, tøting. Bókin er 378 s.
 
 Bókin varð løgd fram á móttøku í læraraskúlahøllini fríggjadagin tann 3. desembur kl. 16.30.
 
 Nicolina Jensen Beder hevur fingið partvísan stuðul í Granskingargrunninum til arbeiðið, sí Stuðulsyvirlitið
 
 Les um bókina á síðuni hjá Sprotanum, sum gevur bókina út
