Skriva út
Lagt út: 06.01.2021

Vegleiðing til viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál

Í juni 2020 samtykti Løgtingið at seta í gildi eina nýggja lóg um vernd av persónsupplýsingum. Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021.

Dátueftirlitið hevur í hesum sambandi gjørt eina vegleiðing til viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál.

Dátueftirlitið mælir til, at mannagongdin, sum er lýst í vegleiðingini, verður fylgd, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar til granskingarendamál til tess at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

Um onkur hevur spurningar í hesum sambandi eru tey vælkomin at seta seg í samband við Dátueftirlitið.

Broytt mannagongd í sambandi við stuðul

Higartil hevur Granskingarráðið biðið verkætlanarleiðarar um at fáa avrit av loyvi frá Dátueftirlitinum til stuðlaðar verkætlanir, sum kravdu hetta, áðrenn sáttmáli kundi undirskrivast.

Her krevst ikki longur beinleiðis loyvi. Í staðin hava stovnarnir og verkætlanarleiðarar sjálvir ábyrgd av at tryggja, at allar verkætlanir halda seg til ásettu reglurnar. Dátueftirlitið hevur eftirlit við hesum.

Framyvir verður mannagongdin hjá Granskingarráðnum broytt soleiðis, at vit í sambandi við sáttmála krevja váttan frá stovnsleiðara um:

- At ítøkiliga verkætlanin fylgir mannagongdini hjá Dátueftirlitinum, sum fyriskrivar, hvussu persónupplýsingar skulu viðgerast til granskingarendamál, og at stovnurin skjalprógvar hetta.

- Hvør er dátuábyrgdari fyri verkætlanini

Hetta er galdandi fyri allar verkætlanir, sum fáa játtan í 2021 og fram, umframt tær, sum longu hava fingið játtan, men ikki eru farnar í gongd enn.