Skriva út
Lagt út: 07.02.2024

Veðurlagsbroytingar í Arktis ávirka allan heimin

Tað eru livikorini hjá fólkinum í Arktis og komandi ættarliðum teirra, ið eru harðast rakt av avleiðingunum av veðurlagsbroyingunum, ið henda munandi skjótari í Arktis enn nakra aðrastaðni í heiminum.

Tað staðfesti norski forsetisráðharrin Jonas Gahr Støre, ið var millum teir nógvu luttakararnar á Arctic Frontiers ráðstevnuni í Tromsø í síðstu viku.

Arctic Frontiers ráðstevnan, ið verður hildin í Tromsø á hvørjum ári, viðger framtíðar avbjóðingar í Arktis og savnar hundraðtals vísindafólk, politikarar og umboð fyri upprunafólk í Arktis.

Umframt norska forsetisráðharran vóru fleiri aðrir norskir ráðharrar við á Arctic Frontiers. Eisini vóru politiskir og hernaðarligir leiðarar og serfrøðingar úr USA, Kanada, Svøríki og Finnlandi væl umboðaðir.

- Tað vóru vísindaligar eygleiðingar í Arktis, ið fyrstu góvu okkum veruligar ábendingar um veðurlagsbroytingar, og hvørjar avleiðingar fóru at standast av teimum.

- Støðan í Arktis er hættislig. Og vit vita, at tá støðan er hættislig í Arktis, er hon tað eisini í øllum heiminum, segði Jonas Støre.

Jonas Støre rósti samstarvinum í Arktiska Ráðnum, sum Noreg í løtuni hevur formansskapin í.

- Avbjóðingar av hesum slagi krevja neyvt samspæl millum vísindi og politikk. Eg havi ikki sæð líknandi neyvt samstarv í nøkrum øðrum altjóða felagsskapi. Ræðuleikarnir í Europa hava gjørt, at Russland, ið er ein týðandi partur av Ráðnum, ikki er við longur. Men vit, ið eftir eru, hava stóra ábyrgd av at varðveita, verja og menna arbeiðið í hesum fína ráði, segði hann.

Millum teir nógvu luttakararnir á Arctic Frontiers vóru eisini fleiri umboð úr Føroyum, millum annað fyri Granskingarráðið og NORA.