Skriva út
Lagt út: 25.02.2019

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi

Ymist er, nær várgróðurin byrjar á føroyska landgrunninum, og hendan “timing” hevur avgerðandi týdning fyri vistskipanina á grunninum. Í nýggjari vísindaligari grein frá granskarum á Havstovuni verður greitt frá, hví gróðurin byrjar seinni, tá kalt er í veðrinum um várið.

Landgrunnurin kann býtast upp í altíð vælblandaða “Innara Landgrunn” og “Ytra Landgrunn”, sum gerst lagbýttur um várið og summarið. Greinin vísir hvussu sjóvarfalsfronturin, sum skilmarkar nevndu økir, flytur seg eftir árstíðini, og lýsir hvussu hetta ávirkar gróðurin á Innara Landgrunni.

Um veturin er fronturin lutfalsliga langt úr landi, meðan hann um várið, tá hiti kemur í luftina og Ytri Landgrunnur gerst lagbýttur, finnur eina aðra legu nærri landi. Ástøðið í greinini lýsir, hvussu øking í plantuæti er treytað av nóg nógvum ljósi, og hvussu hetta at sjóvarfalsfronturin flytur seg nærri landi, broytir lívfrøðiligu umstøðurnar á Innara Landgrunni, soleiðis at líkindini hjá plantuæti at vaksa, gerast betri og gróðurin kann byrja. At sjóvarfalsfronturin flytur seg nærri landi merkir, at rúmdin av sjógvi í Innara Landgrunni minkar og at miðal nøgdin av ljósi í hesum øki økist, og sostatt kann gróðurin rættuliga koma fyri seg. Av tí at tað er hitin í luftini, sum er avgerandi fyri nær hetta hendir, er greitt, at jú seinni hitin kemur, jú seinni byrjar gróðurin og umvent. Greinin viðgerð bara byrjanina á gróðrinum, og viðgerð ikki tøðevnistrot, sum skjótt kemur í, aftaná at gongd er komin á gróðurin.

Vísindaliga greinin, sum er skrivað av Sólvá Káradóttir Eliasen, Hjálmari Hátún, Karin Margrethu H. Larsen, Helgu Báru Mohr Vang og Till Andreas Soya Rasmussen, hevur heitið The Faroe shelf spring bloom onset explained by a ‘Critical Volume Hypothesis’ og er kunngjørd í tíðarritinum Journal of Marine Systems.

Kelda: hav.fo