Skriva út
Lagt út: 17.01.2011

Vár í Ólavsstovu vart Ph.D. við SDU


Fríggjadagin 14. januar vardi Vár í Ólavsstovu Ph.D.ritgerð sína við Syddansk Universitet

Ritgerðin ber heitið "Mellem tradition og modernitet. Færøskfaget og den færøskfaglige kontekst i national diskurs. En diskursanalytisk redegørelse for fagets idé, praksis og reception i det almene gymnasium"

Finn Hauberg Mortensen, professari á Københavns Universitet og Peter Kaspersen lektari á IFPR, Syddansk Universitet hava verið høvuðsvegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru:

Laila Aase, fyrstiamanuensis við Universitetet i Bergen, Turið Sigurðardóttir, professari við Fróðskaparsetur Føroya og Karin Esmann Knudsen (forkvinna), lektari við ILKM, Syddansk Universitet.

Granskingargrunnurin hevur stuðlað Ph.D.arbeiðinum hjá Vár í Ólavsstovu. Les um hetta í Stuðulsyvirlitinum