Skriva út
Lagt út: 28.01.2011

Vánalig føðsla undir barnsburði kann skaða heilan hjá fostrinum

Kvinnur eru tilvitaðar um teirra útsjónd, eisini tá tær gerast við barn. Hendan tilvitanin kann skaða menningina av heilanum hjá fostrinum.

Kvinnur, sum gerast við barn, hugsa nógv um, at tær ikki skulu taka ov nógv uppá undir barnsburðinum, men fær kvinnan ikki nóg góða føðslu undir barnsburðinum kann tað føra til, at heilin hjá fostrinum ikki mennir seg sum hann skal.

Ein nýggj gransking av bavianum, sum Thomas McDonald hevur gjørt saman við øðrum granskarum, vísir, at um føðslan ikki er góð undir barnsburðinum, kann tað tálma menningina av fostrinum.

“Granskingin stuðlar undir hugburðin, at vánalig føðsla undir barnsburði kann fáa varandi fylgir fyri yrkisgøgnini, møguliga lægri IQ og vanda fyri atburðstrupulleikum, sigur Thomas McDonald, granskari á The University of Texas Health Science Center í San Antonio í USA”.

Granskarar samanbóru tveir bólkar av bavianum. Annar bólkurin fekk óavmarkaðar nøgdir av føði í fyrru helvt av barnsburðinum og hin bólkurin fekk 30 prosent minni føði enn vanligt í sama tíðarskeiði.

Fostrini í tí seinna bólkinum høvdu vánaligari menning av sambindingini millum heilakyknur, kyknudeiling og mongdina av evnum, ið stimbra vøksturin í heilanum.

Við atstøði í úrslitinum av granskingini, halda granskarar, at føðslan ávirkar heilan á fleiri háttir.
“ Vit funnu brek á hundratals ílegum, har fleiri teirra eru týdningarmiklar fyri vøksturin og greiningina av kyknunum. Hetta bendir á, at føðslan hevur avgerandi týdning fyri menningina av fostrinum við tað, at føðslan stýrir grundarlagnum í kyknuskipanini, sigur Laura Cox granskari á The University of Texas Health Science Center í San Antonio”.

Kelda: Forskning.no

Føroyskir granskarar frammaliga á økinum
Førysku granskarnir Marin Strøm og Sjúrður F Olsen granska eisini innan hetta økið. Teirra kanningar vísa klárt, at samsvar er millum hvørja føði barnakonan fær og menningina av fostrinum.

“Vit síggja klárt samsvar millum menningina hjá børnum og føðsluna hjá barnakonum, í hesum førum er talan um fisk. Etur tú fisk í barnsburðatíðini, er tað til frama fyri kropsligu og sálarligu menningina hjá barninum,” sigur Sjúrður F. Olsen, sum er lækni í medisin og leiðari av granskingartoyminum “Maternal Ernæring”. Sjúrður F. Olsen er eisini adjungeraður professari í føðsluvísind við Harvard University.

Les meira um hesar kanningarnar á videnskab.dk

Marin Strøm vardi sína PhD. ritgerð við Københavns Universitet 4. juni 2010. Ritgerðin bar heitið: "Diet and physical activity during pregnancy and women's health. Fish consumption and physical activity among women of childbearing age in relation to their later risks of postpartum depression, hypertensive and cardiovascular diseases”.

Marin Strøm, sum er MSc og Ph.D í fólkaheilsu, starvast sum granskari hjá granskingarsentrinum Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen er leiðari fyri.

Les meira um Marin Strøm og Sjúrð F. Olsen í Heilagrunninum