Skriva út
Lagt út: 05.11.2020

Vælkomin á Vísindavøku 2020

Fríggjamorgunin 6. november kl. 8.00 byrjar ársins Vísindavøka í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Dagurin er á tremur við føroyskari gransking, sum verður miðlað til almenningin, so øll kunnu fylgja við.

Granskarar í hópatali frá granskingarstovnunum í Føroyum fara ein fyri og annar eftir at halda stuttar framløgur um alt millum himmal og jørð. Tó slepst ikki undan, at koronukrímið fyllir nógv.

Vit fara millum annað at hoyra um, hvussu korona og serfrøðingaveldi ávirkar okkara fólkaræði. Og hvussu politiska leiðslan í Føroyum megnaði at lofta støðuni, tá sjúkukreppan vendi øllum á ranguna.

Eisini fáa vit tíðindi frá teimum, sum granska ílegurnar í virussinum fyri at elta smittuslóðir, og aðrir granskarar hava kannað, um okkara egnu ílegur ávirka, hvussu sjúk vit verða av Covid-19. Og hvussu upplivdu fólk stongsilin av samfelagnum fyrr í ár?

Genkanningar av nýføðingum í Føroyum verða lýstar, og vit hoyra um karnitin í mati, um meslingafarsóttina í 1846, um sjóvindmyllur, laks í harðbalnum umhvørvi, botndjór á firðum okkara og mangt annað.

Hvør framløga verður eitt korter.

Seint seinnapartin fara granskarar at kappast um at halda bestu snarrøðuna. Tann, sum dugir best at miðla sína gransking uppá 150 sekund, vinnur.

Vísindavøkan hevur eisini havt eina kapping millum ung á hádeild í fólkaskúlanum um at gera besta koronufilmin, og vinnarin verður funnin, eins og ein granskari fær ársins miðlaheiðursløn.

Til ber at melda seg til at síggja framløgurnar í Kongshøll á visindavoka.fo. Stoymt verður beinleiðis allan dagin frá klokkan 8.

Leinkið til stroymingina er her

Lesið alla skránna her 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.