Skriva út
Lagt út: 18.09.2023

Væleydnað ph.d.-skeið í granskingaretikki

Hósdagin 14. september varð eitt ph.d.-skeið í granskingaretikki hildið á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað vóru Jesper Ryberg og Thomas Søbirk Petersen,  professarar í etikki, sum vegna Granskingar – og framtakseindina vóru bodnir at koma til Føroya at halda skeiðið.

Tað er fyrstu ferð, at eitt tílíkt skeið hevur verið hildið í Føroyum, og luttøkan var sera góð. 22 luttóku, harav tey allarflestu eru ph.d.-lesandi. Onnur, sum hava ætlanir um at fara í holt við eina ph.d. skjót, luttóku eisini.

Undirvíst varð í øllum yvirskipaðum atlitum, lógum og reglugerðum innan granskingaretikk, umframt søguligu gongdina á granskingaretiska økinum.

Ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi ph.d.-skeið, og at øll ph.d.-lesandi í Føroyum skulu taka skeiðið. Hetta er vanligt krav aðra staðni. Eisini verður eitt annað ph.d.-skeið, sum snýr seg um granskingaretikk í mun til serstøk føroysk viðurskifti eftir ætlan bjóðað út á vári 2024.