Skriva út
Lagt út: 14.11.2008

Væleydnað kunningartiltak um FP7

 

35 – 40 fólk frá granskingar- og menningarumhvørvinum í Føroyum vóru savnað til kunnindardag í Fiskirannsóknarstovuni hósdagin 13. november.

Tá varð nevniliga skipað fyri kunningardegi um granskingarmøguleikar í sjeyndu rammuskránni hjá ES. Tiltakið var serliga ætlað teimum, sum hava hug at fara undir at samstarva við onnur í europeiskum verkætlanum, ið verða fíggjaðar av ES.

NCP-umboðini á Granskingarráðnum tóku stig til fundin, sum var hildin á Fiskirannsóknarstovuni. Tað var Bent Egebart frá donsku ráðgevingarfyritøkuni Whyse, sum var komin til Føroyar at greiða frá. Bent hevur drúgvar royndir við rammuskráunum hjá ES, bæði sum verkætlanarleiðari, ráðgevi og metari av ES- stuðlaðum verkætlanum. Harafturat hevur hann verið í starvi hjá ES-nevndini, har hann hevur arbeitt við gransking, menning og nýskapan.

Á fundinum var greitt frá mannagongdum, reglum og øðrum tekniskum viðurskiftum. Eisini var nógv tosað um, hvussu ein umsókn skal tillagast, og hvussu samstarvsfelagar kunnu finnast.

Kunningarfundurin var sera væleydnaður og vísur stóra føroyska áhugan fyri sjeyndu rammuskránni hjá ES.

Tak framløgur frá fundinum niður her