Skriva út
Lagt út: 09.12.2018

Útbreiðslan av humlum í Føroyum broytist

Í nýggjari grein skriva Jens-Kjeld Jensen og Henning Bang Madsen um útbreiðsluna av tveimum sløgum av humlum í Føroyum seinastu árini. Greinin kallast “Opdatering af humlebiernes udbredelse på Færøerne. (Hymenoptera, Apoidea, Apiformes)” og er prentað í Entomologiske Meddelelser, Bind 86, Nr. 1-2, 2018. pp: 51-56.

Tey bæði sløgini av humlum, húshumla Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) og akurhumla Bombus pratorum (Linnaeus, 1761), vóru fyrstu ferð skrásett í Føroyum í 2007 og 2008. Tey hava kannað støðuna hjá hesum sløgunum og hvussu tær hava spjatt seg í landinum í tíðarskeiðinum 2014 til 2017. Slagið Bombus pratorum tykist vera viðkvæmt og er nú bert at finna á einum staði, meðan húshumlan, Bombus lucorum, eftir øllum at døma klárar seg væl og hevur spjatt seg til átta av oyggjunum í Føroyum. 

Høvundarnir hava fingið sera góða hjálp frá fólki í Føroyum til at savna inn tilfar. Jens-Kjeld Jensen hevur í útvarpi og sjónvarpi heitt á fólk um at siga frá, hvar tey síggja humlur og at taka myndir og film, og hetta hava fleiri gjørt. Seinastu 4 árini hevur hann fingið 102 fráboðanir, og 32 fólk hava sent 124 filmsupptøkur og myndir. Haraftrat eru innsavnaðar humlur, sum verða goymdar á Zoologisk Museum í København, á Djóradeildini á Tjóðsavninum og í Nólsoy hjá Jens-Kjeld Jensen.

Við hesum tilfarinum ber til at siga, at akurhumlan Bombus pratorum í løtuni bert er at síggja í Vestmanna. Áður hevur hon eisini verið at sæð á Signabø, í Kollafirði og í Hósvík. Hon tykist verða viðkvom í mun til føroyska veðurlagið.

Húshumlan Bombus Lucorum er harafturímoti at finna fleiri staðni á Viðoy, Borðoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, í Vágum, Sandoy og Suðuroy. Árini frá 2014 til 2017 hevur hetta slagið spjatt seg frá Runavík og Skálafjørðinum, sum tykist verða kjarnuøkið, har slagið fyrstu ferð varð staðfest i 2010.    

Humlur hava ávirkan á vøkstur, og tað sæst á ymsum runnum og trøum, sum til dømis á rósurunninum Rosa rugosa, sum ber fleiri ber, har humlur eru, og á gullregn, sum fær fleiri og størri bjølgar av fræi.

Vanliga verða greinar í Entomologiske Meddelelser almannakunngjørdar á heimasíðu teirra eitt ár eftir útgávu. https://sites.google.com/site/entomotest/entomologiske-meddelelser/artikler

Hendan greinin kann longu lesast á heimasíðuni jenskjeld.info

Mynd: Jens-Kjeld Jensen 2011 (c)