Skriva út
Lagt út: 11.08.2009

US gjørt granskingarsáttmála við Miljøstyrelsen


Umhvørvisstovan hevur gjørt sáttmála við danska Miljøstyrelsen um at Umhvørvisstovan skal standa fyri kanningum av umhvørvisdálkandi evnum

Kanningarnar fevna um føroyska umhvørvi innan altjóða Arctic Monitoring and Assessment Programme, eisini nevnt AMAP samstarvið. Granskingarsáttmálin er galdandi fyri 2009 og 2010, og hevur eitt virði á 2 mill. kr.

AMAP kom í lag fyrst í nítiárunum, sum eitt umhvørvissamstarv millum Kanada, Danmark/Grønland, Føroyar, Finnland, Ísland, Norra, Svøríki, Russland og USA, sí eisini www.amap.no 
 
AMAP er skipað sum eitt samstarv undir Arktiska Ráðnum, og hevur sum høvuðsendamál at ráðgeva landastjórninar í umhvørvismálum. Føroyar hava luttikið síðani 1997 í tí partinum, sum snýr seg um at kanna umhvørviseitur í marina-, terrestra- og feskvatnsumhvørvinum. Av fyrstantíð fór hetta arbeiði fram á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men tá ið Umhvøvisstovan varð sett á stovn, flutti arbeiðið út á granskingardeildina har.

Les meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni  ella set  teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470, um tú vilt vita meira um granskingarsáttmálan,