Skriva út
Lagt út: 04.11.2008

Úrvalsgransking: veðurlag, umhvørvi og orka


Norðurlendska ráðharraráðið hevur tikið avgerð um at seta í verk eina risastóra norðurlendska verkætlan innan úrvalsgransking.

Verkætlanin, ið hevur fingið heitið ‘Projekt Nordisk Topforskning’, verður sett í verk eftir nýggjár, við eini fíggjarætlan áljóðandi umleið 350 mió. kr. tey næstu fimm árini (2009-2013).

Málið við hesum átakinum er, at styrkja um støðuna hjá norðurlendskari gransking innan veðurlags-, umhvørvis- og orkugransking í altjóða høpi.

- Við hesi íløguni koma norðurlond í fremstu røð, tá talan er um veðurlags- og umhvørvisgransking, samstundis sum nýggir vinnu- og íløgumøguleikar skapast. Hetta sigur svenski ráðharrin í undirvísingarmálum.

Granskingarverkætlanin fevnir um seks øki:
•    Árinskanningar og tillaging í mun til veðurlagsbroytting
•    Sínamillumávirkan millum veðurlagsbroytingar, ís, kava og jøklar
•    Nanotøkni og orkueffektivitetur
•    Integrering av vindorku í stórum høpi
•    Burðardygg bio-orka
•    Útlát og varðveitsla av koltvíiltu

Umframt  hesi øki verður dentur lagdur á framkomnar veðurlagsmodellir og  Arktiska gransking.

Átakið verður skotið í gongd, tá Norðurlendska ráðharraráðið hittist í Íslandi 26. - 27. februar, 2009.

Les meir á heimasíðuni hjá Norden og á Ministeriet for Videnskab, Teknologi og Udvikling.