Skriva út
Lagt út: 26.08.2021

Úrslit av jodkanningum av føroyingum 40-74 ár og av føroyskum vatni

WHO mælir til, at øll heimsins lond hava eftirlit við jodstøðuni hjá borgarum. Eingi hagtøl hava verið fyri jodið í føroyingum. Nú eru úrslit av fyrstu føroysku kanningini almannakunngjørd.

Tað er Stoffskiftisfelagið, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetrið og Ålborg sjúkrahús. Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum/ Sjúkrakassagrunninum, granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Ålborg sjúkrahúsi og Dancea research programme.

Tey siga soleiðis um kanningina og úrslitini:

"Endamálið var at kanna, hvussu jodføðslustøðan er í føroyingum í aldrinum 40-74. Harafturat eru framdar vatnkanningar av 12 ymsum støðum í Føroyum at kanna, hvussu jodstøðan er í føroyska vatninum.

Jod er lívsneyðugt fyri stoffskiftið. Ov høgt ella ov lágt jod kann elva til stoffskiftissjúkur, umframt, at ov lágt jodstøði hjá barnakonum ávirkar negativt á intelligensin hjá børnum teirra (lægri IQ). Eldri danskar kanningar vístu, at danir høvdu lágt jodinnihald, og tískil kom eitt danskt lógarkrav  í ár 2000, sum segði, at húsarhaldssalt skal tilsetast jod og at breyð, sum er í sølubúðum, skal innihalda jodríkað salt. Ein fær jod ígjøgnum kostin, og serliga høgt innihald av jod er í fiski og sjóðgæti. Í nógvum londum er eisini høgt jod í mjólk og mjólkaúrdrátti, men eingi tøl eru á føroysku vørunum.

Tað ber til at kanna jodinnihaldið í landinum, hetta svarar næstan til jodinnihaldið í blóðinum.  491 føroyingar í aldrinum 40-74 ár lótu landroyndir, hetta svarar til 10% av føroyingum í hesum aldursbólki. Jodinnihaldið varð mátað við ceri/arsen háttinum. Útslitið vísir, at median landjodinnihaldið er 101 µg/L, (21 µg/L-1870 µg/L). Íalt lógu 37 % av luttakarunum  í normal økinum, Eingin hevði álvarsligt jodtrot, men helmingurin av luttakarunum høvdu ov lágt jod í landinum í mun til WHO tilmælið. Tað var ein postivur samanhangur millum, hvussu nógvan fisk og annan úrdrátt úr sjónum luttakararnir ótu og jodstøðið í landroyndunum.

Jodinnihaldi í føroyskum vatni er sera lágt; <2 µg/L í øllum 12 støðum, sum vóru kannað.

Niðurstøða

Tey fyrstu úrslitini um jodinnihaldið í føroyingum vísur, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til WHO tilmælið. Fleiri kvinnur enn menn høvdu lægri jodinnihald í landinum enn viðmælt, tað kann hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í Føroyum.

Hvat kunnu vit gera nú? Ein kanning eru ov lítið at siga nakað um jodstøðuna hjá føroyingum, men nýggjar jodkanningar eru á veg í øðrum aldursbólkum.

Góð ráð eru

- et fisk/havúrdrátt minst 2 ferð um vikuna til høvuðsmáltíð
- Nýt jodríkað húsarhaldssalt
- Kunning og fokus á jodstøðuna í Føroyum, so til ber at taka støðu til heilsuráð

Greinin um jod í Føroyum er útgivin í tíðarritinum British Journal of Nutrition og kallast Iodine nutrition among the adult population of the Faroe Islands – a population-based study. Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Stig Andersen, Pál Weihe og Anna Sofía Veyhe.