Skriva út
Lagt út: 22.09.2020

Úr eyga til varandi aling - Fiskaaling 50 ár

Tann 22. september 2020 vóru tað 50 ár síðani P/F Fiskaaling varð sett á stovn. Dagurin varð hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum seinnapartin við bókaframløgu og røðum.

Helgi Jacobsen journalistur hevur skrivað bók um søguna hjá Fiskaaling. Bókin kallast Úr eyga til varandi aling. Tað er Edvard í Skorðini Joensen, starvsfólk á Fiskaaling, sum hevur skotið heitið upp í innanhýsis kapping millum starvsfólkini. Í ritstjórnini hava umframt Helga Jacobsen verið Jóhanna Lava Køtlum, Rúni Dam og Ernst S. Olsen. Bókin er ognað minninum eftir undangongumennirnar Júst í Túni og Andrias Reinert.

Á hátíðarhaldinum í dag helt Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, vælkomurøðu. Síðani tók Helgi Jacobsen fram brot úr søguni hjá Fiskaaling, sum hann hevur lýst í bókini. Hann greiddi frá undangongufólkunum og týdninginum av arbeiðinum hjá Fiskaaling hesi 50 árini, har tað seinnu árini er lagdur alt størri dentur á gransking.

Hinir røðararnir vóru Helgi Abrahamsen, Edmund Joensen, Atli Gregersen, Hans Jákup Mikkelsen, Regin Jacobsen og Annika Sølvará.

Røðan hjá Anniku Sølvará kann lesast her

Mynd: Jens Kristian Vang/Fiskaaling.fo