Skriva út
Lagt út: 20.03.2013

Uppskot um seks fokusøki og betri granskingarkarmar lagt fram

Á landsstýrisfundi í týsdagin 19, mars legði Annika Sølvará vegna Granskingarnevndina fram tilmæli um átøk, sum skulu styrkja gransking í Føroyum og skapa vitan og vøkstur í samfelagnum.

Tilmælið er úrslit av drúgvum arbeiði, sum Granskingarráðið hevur staðið fyri eftir áheitan frá Mentamálaráðnum. Í januar 2011 samtykti Vísindaráðið granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur. Síðani vóru granskingarnevndin og Granskingarráðið biðin um at koma við tilmæli um ætlan fyri verksetan av politikkinum og við uppskoti um serlig øki, sum dentur eigur at verða lagdur á komandi árini.

Granskingarráðið legði seinastu hond á tilmælið í februar og sendi tað til Mentamálaráðið.  Fundur hevur verið við Mentamálaráðið um tilmæli, sum í gjár var lagt fyri landsstýrið og aðalstjórarnar.

Tilmælið í tveimum pørtum

Ítøkiliga inniheldur tilmælið tveir høvuðspartar, sum eru útgreiningar av yvirskipaða politikkinum Vitan & Vøkstri.

Fyrri parturin hevur 15 tilmæli um átøk at seta í verk beinanvegin ella skjótt, sum skulu betra karmarnar fyri gransking. Stórur dentur verður lagdur á at styrkja granskingarumhvørvið við Setrinum sum miðpunkti. Hetta skal bæði gerast við fysiskum kørmum og skipanarliga. Mælt verður til at gera avtalur og skipanir, so fíggjarkarmarnir eru kendir fleiri ár fram. Mælt verður eisini til at styrkja møguleikarnar at gagnnýta ES-granskingarsamstarvið, so vit kunnu røkka enn betri úrslitum.

Seinni partur er tilmæli um at seta meira pening av til 6 fokusøki fyri gransking. Økini eru:

1. Hvussu fyrireika vit okkum at standa ímóti avleiðingum av veðurlagsbroytingum?
2. Hvaðani fáa vit orku í framtíðini?
3. Hvussu umsita og gagnnýta vit best tilfeingið í havinum?
4. Hvussu gagnnýta og menna vit okkara tilfeingi til nýggjar og fleiri vinnugreinar?
5. Hvussu finna og gagnnýta vit vitan um heilsu hjá menniskjanum?
6. Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar?

Mælt verður til at játta 7-12 mió. kr. til hvørt av økjunum til komandi 3 árini. Peningurin skal latast Granskingarráðnum at fyrisita í Granskingargrunninum eftir nærri avtalu og reglum.

Innspæl frá nógvum pørtum til tilmælið

Granskingarráðið hevur eftir áheitan fingið nógv, áhugaverd uppskot og viðmerkingar til arbeiðið og tilmælið. Eitt uppskot til satsingsøki varð lagt fyri á einum hoyringsfundi í desember 2011, men hetta uppskotið var ikki mett at vera nøktandi, og farið var tí undir tilgongdina at skipa uppskotið av nýggjum. Nógvir fundir hava verið serfrøðingar á ymsu fakøkjunum, har uppskot hava verið umrødd og mýkt.

Endaliga orðingarnar av uppskotinum eigur Granskingarnevndin. Tilmælið um fokusøki  er skipað kring nakrar stórar samfelagsavbjóðingar, sum mett verður, at vit eiga at arbeiða við frá einum granskingarhorni eisini.  Hesar líkjast nógv teimum avbjóðingum, sum ES arbeiðir við fyri Horizon 2020, men tó úr einum føroyskum sjónarhorni og við denti á tørvin hjá føroyska samfalgnum.

Tilmælið kann lesast her 

Framløgan sæst her

Granskingarpolitikkurin Vitan & Vøkstur sæst her