Skriva út
Lagt út: 10.12.2010

Unn Højgaard á Lað vart Ph.D.ritgerð við UiS

Hósdagin 9. desember vardi Unn Højgaard á Lað Ph.D.ritgerð sína við Universitetið í Stavanger.
Heitið á doktararitgerðini er »Fuktpreferansu mátingar við kjarnumagnetiskum resonansi«.

Unn Højgaard á Lað vardi ritgerðina hósdagin seinnapart. Royndarfyrilestur var um morgunin við heitinum »How can wettability alteration in low salinity waterflooding lead to enhanced oil recovery?

Unn Højgaard á Lað hevur áður lokið Master prógv á Institutt fyri petroleumstøkni við Universitetið í Stavanger.

Kjarnumagnetiskur resonansur byggir á somu prinsipp sum MR-skanning á sjúkrahúsunum. Hendan tøknin kann nýtast at finna fram til nøgdina í einum oljubrunni. Tøknin gevur boð upp á, hvussu nógv olja er í brunninum og hvussu hendan kann útvinnast.
Eisini ber til við hesi tøknini at finna fram til, hvussu oljubrunnurin best kann stýrast. 

Svein M. Skjæveland, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari og Aksel Hiorth, fyrstiammanuensis, hevur verið hjávegleiðari.  Arbeiðið hevur verið fíggjað av ConocoPhillips og Ekofisk Conventures, sum fevnir um felogini Total, Eni, Hydro, Statoil og Petero gjøgnum Center for Oil Recovery (COREC).

Les meira um Unn Højgaard á Lað í Heilagrunninum