Skriva út
Lagt út: 11.06.2008

Universitetsráðstevna í Rotterdam í oktober

EUA ráðstevna í Rotterdam í Hollandi

Ein ráðstevna fyri universitetsfólk verður í Rotterdam í Hollandi í døgunum 23. til 25. oktober í ár. Tað er the European University Association (EUA), sum heldur sína árligu heystarráðstevnu.

Ráðstevnan viðger spurningar um, hvussu tað ber til at fremja menning av universitetum, sum megna at taka av teimum avbjóðingum, ið universitet í Europa hava í dag.

Hesar avbjóðingar fevna um broytingar í fólkatali, kapping frá universitetum í øðrum pørtum av heiminum og um nýggjar hættir at framleiða og útbreiða vitan og kunnleika.

Luttakarar í Rotterdam fara at kjakast um, hvussu universitet kunnu taka av hesum avbjóðingum, samstundis sum tey taka atlit til endamálið hjá teimum ymisku universitetunum.

Les meira um ráðstevnuna her.