Skriva út
Lagt út: 09.10.2013

Ungir granskarar mugu sleppa heim

- Vit mugu gera tað møguligt hjá ungum granskarum at koma heim til Føroya at virka, tí vitanarframleiðsla er vegurin fram, um vit vilja hava framburð í landinum.

Tað segði Pál Weihe, yvirlækni og granskari, tá hann takkaði fyri heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking á Vísindavøkuni.

Pál Weihe fær ofta fyrispurningar frá ungum føroyskum granskarum, ið búgva uttanlands, men sum fegin vilja flyta heim, um tey kunnu fáa eitt starv, ið hóskar til teirra útbúgving.

- Tað eru ikki vantandi bústaðir ella barnaansing, ið er forðingin hjá ungum vælútbúnum fólki fyri at flyta heim. Eg kenni hópin av ungum fólki úti í verðini, ið hava tikið eina útbúgving, ella eru í ferð við eina ph.d. verkætlan, sum enn ikki hava tikið støðu til, hvar tey skulu vera. Tey finna ikki størv í Føroyum, har tey kunnu brúka sína útbúgving, og tí koma nógv ikki heim aftur, sigur hann.

Pál Weihe heldur tað vera eina vanlukku fyri Føroyar, at so nógv væl útbúgvin fólk ikki halda seg hava møguleika fyri at flyta heim.

- Vit hava brúk fyri hesum fólkunum, tí tað eru tey, ið skulu leggja lunnar undir framburðin í landinum. Vit hava nógvar møguleikar, ið vit ikki troyta. Vit hava til dømis fiskin í havinum, ið vit selja av landinum uttan at gera stórvegis við hann. Og vit hava tær føroysku ílegurnar, ið stórur áhugi er fyri aðrastaðni, sigur hann.

Pál Weihe óttast fyri, at stórur vandi er á ferð, um føroyska samfelagið ikki skjótt ger okkurt munagott fyri at fáa tey ungu vælútbúnu heimaftur.

- Einki samfelag stendur í stað. Annaðhvørt gongur tað framá, ella gongur tað afturá í samfelagnum. Føroyska samfelagið er sum ein lítil rankur bátur, sum lættliga kann fara hvønn vegin. Hava vit afturgongd, so er tað sjálvforsterkandi, men hava vit bara eina lítla framgongd, so er lætt at skapa nýggj arbeiðspláss og draga ungfólk hendavegin, sigur hann.

Og skulu vit vera við, har menningin fer fram, so eiga vit at leggja størri dent á gransking.

- Vit eiga ikki bara at fáa vitan frá øðrum, men eisini at framleiða nýggja vitan sjálvi. Gransking er fyritreytin fyri allari menning, og tað ber ikki til at uppbyggja eitt akademiskt lív uttan gransking. Ein hægri læristovnur, sum ikki fæst við gransking, er ikki eitt universitet, men ein háskúli, sigur Pál Weihe.