Fasdina Policy Papers Sornfelli
Skriva út
Lagt út: 01.07.2026

Undanlýsing: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur í Norðuratlantshavi

Ein lýsing eftir umsóknum um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi í FASDiNA skránni verður eftir ætlan latin upp í august 2026.

Ætlanin er at fíggja tvær granskingarverkætlanir við upp til 3 mió. kr. til hvørja og nøkur greiningarrit og/ella styttri granskingarverkætlanir.

Stóru broytingarnar í altjóða geopolitisku støðuni ávirka beinleiðis Norðuratlantshav og Arktis. Økt trýst er á Føroyar og Grønland frá stórveldum, sum royna at ávirka londini umvegis handilsligar og politiskar gerðir. Hetta hevur skapt ein átrokandi tørv á at fáa dátur til vega og at uppbyggja førleikar í at handfara nýggja trygdarveruleikan í Føroyum, Grønlandi og Danmark. 

Yvirskipaða endamálið við FASDiNA skránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum og Arktis. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum øki.

Fígging verður latin til umsóknir á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur, serliga - men ikki avmarkað - til evni sum samfelagsligar broytingar, handil, sivil og hernaðarlig trygd, talgilt og fysiskt undirstøðukervi, veitingartrygd, lágspenningspolitikkur,  ósamsvarandi áhugamál og tjóðarbygging.

Útboðið verður lýst á gransking.fo, Tað verður deilt á LinkedIn og við beinleiðis telduposti til viðkomandi stovnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum. Tey, ið ynskja at fáa útboðið sent beinleiðis, kunnu senda okkum ein teldupost.