Skriva út
Lagt út: 24.04.2023

Umboð fyri norðurlond í Horizon Europe fundast í Føroyum

Tá ið norðurlond standa saman verða vit sterkari í evropeiskum høpi og norðurlendsk áhugamál verða hoyrd og sett á dagsskránna í Brússel. Tað er greiða niðurstøðan frá norðurlendskum fundi, sum var í Føroyum í døgunum 19.-21. apríl 2023. Her hittust umboð úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum

Øll lond, sum luttaka í Horizon Europe, have NCP fólk, sum eru bindilið millum viðkomandi land og Evropasamveldið. NCP stendur fyri National Contact Point. Føroyska NCP tænastan liggur hjá Granskingarráðnum.

Fyri at styrkja Norðurøkið eru norðurlendsk fundartoymi, sum umrøða og saman fyrireika uppgávuna í evropeiskum høpi.

Fyri Føroyar og Granskingarráðið hava hesi minni formligu toymini alstóran týdning. Mál av felags áhuga verða umrødd og øll koma til orðana. Vit læra av hvørjum øðrum og hava stóra nyttu av at hoyra, hvussu londini hvør sær hava skipað sína tænastu til luttakarar í evropeiskum verkætlanum.

Evropiska samstarvið um gransking, menning og nýskapan hevur nógvar ymiskar nevndir, sum NCP tænastan luttekur í. Hesi umboðini eru limir í yvirskipaðari NCP nevnd, sum m.a. viðger treytir og krøv í sambandi við luttøkuna í Horizon Europe og annað innihald í avtalunum millum luttakarar og Evropasamveldið.

At fundurin var í Føroyum var eftir ynski frá norðurlendsku samstarvsfelagunum, sum sóu Føroyar í brennandi sól. Sjálvur fundurin var hildin við Gjógv. Myndin er tikin í Gásadali við komu.