Skriva út
Lagt út: 03.02.2017

Um rættarstøðu hjá strandalondum við umskarandi krøvum

Millum greinarnar í seinastu útgávu av leiðandi franska altjóðarættartíðarrinum Annuaire Francais de Droit International er grein hjá Bjørn Kunoy.

Greinin viðgerð rættarstøðuna, tá ið strandarlond hava umskarandi krøv til landgrunn, eisini ytra landgrunn, t.e. uttanfyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum. Spurningurin hvørt almennar rættarreglur loyva einum altjóða dómstóli ella altjóða gerðarrætti at áseta landgrunsmørk í ytra landgrunsøkjum í støðum, tá ið landgrunsnevnd Sameindu Tjóða ikki hevur viðgjørt ella viðtikið avvarðandi viðmæli til strandalondini, ið eru stríðandi partar í millumlanda trætumáli, verður síðani útgreinaður.

Greinin tekur støði í almenna rættarástøði umframt útgreining av dóms- og gerðarrættarúrskurðum hesum viðvíkjandi.

Heitið á greinini er “Le tracé d´une frontière dans la zone située au-delà de 200 milles marins en l´absence de recommandations de la Commission des Limites du Plateau Continental” (ss. 35 - 71).

Annuaire Francais de Droit International verður útgivið av franska vísindastovninum Centre National de la Recherche Scientifique og er útgivið á hvørjum ári síðani 1953. Tíðarritið verður mett at verða tað leiðandi altjóðarættartíðarritið á fronskum máli.

Bjørn Kunoy er doktari í lóg frá Université Paris Ouest Nanterre.

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum