Skriva út
Lagt út: 09.03.2011

Týðandi evni fyri føroyska gransking

Í seinasta lagi 20. juli verður arbeiðsætlanin fyri 2012 innan matvøru, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni (eisini nevnt KBBE – knowledge based bio-economy) almannakunngjørd. Longu nú eru ábendingar um, at fleiri áhugaverd øki, sum føroyskir granskarar og granskingarstovnar hava áhuga í og arbeiða við, vera í endaligu arbeiðsætlanini.

Millum tey evnini har føroysk luttøka er hugsandi eru t.d. hesi:

  • safety of seafood
  • diseases of cultured fish
  • bioprospecting
  • bioactive compounds
  • genetic impact of aquaculture

Umsóknarfreist verður væntandi 15. november 2011.

Meira fæst at vita við at venda tær til Jonhard Eysturskarð á Fiskaaling (jonhard[kurla]fiskaaling.fo) ella til John D. Olsen á Granskingarráðnum (john[kurla]gransking.fo)