Skriva út
Lagt út: 13.05.2017

Tvey størv sett við fígging úr Sjukrakassagrunninum

Við dyggari fígging frá Sjúkrakassagrunninum eru tvey vísindastørv sett, sum koma at vera berandi í toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking, sum er skipaður á Fróðskaparsetrinum.

Amanda Gratton Vang er sett í starv sum adjunktur í heilsuvísindum. Talan er um eitt 3-ára vísindastarv, har hon fær leiðandi leiklut í granskingarsamstarvinum millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og skal verða við til at styrkja samstarvið millum partarnar í Depilinum og aðrar áhugapartar í Føroyum. Amanda G. Vang tók við starvinum 1. februar.

Maria Skaalum Petersen er sett í starv sum lektari í heilsuvísindum. Talan er um eitt 5-ára starv. Hon skal í hesum starvinum verða við til at menna, reka og góðskutryggja Masterútbúgvingina í heilsuvísindum og verða partur av granskinagrtoyminum. Maria Skaalum Petersen tók við starvinum 1. mai.

Formliga eru tær báðar settar í starv á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Sjúkrakassagrunnurin hevur við samstarvsavtalu, sum varð undirskrivað í desember 2015, stuðlað hesum báðum starvssetanunum við 6,1 mill. kr.

Harafturat er stuðul latin til eina ph.d.-verkætlan, 900 tkr.

Um Depilin fyri heilsu- og almannagransking

Depilin er i fyrsta umfari eitt amboð til neyvt granskingarsamstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið. Ítøkiliga snýr samstarvið seg um uppbygging av Masterútbúgving í heilsuvísindum og øðrum komandi útbúgvingartilboðum og um at menna granskingina á heilsu- og almannaøkinum.

Í stýrinum fyri depilin eru Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, og Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum.

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum, er leiðari fyri depilin.

Onnur vísindastarvsfólk, sum eru partur av samstarvinum í deplinum í løtuni, eru:

Shahin Gaini, Kasper Kyhl og Sanne Storm frá Landssjúkrahúsinum og Jónrit Halling, Marin Strøm og Svein-Ole Mikalsen frá Fróðskaparsetrinum.

Um Amandu Vang

Amanda fekk sín ph.d. í Biomedical Science á Universitetinum í Connecticut Health Center, USA í 2010 og hevur arbeitt á sjúkrahúsi og medisinskum granskingarskúlum síðani 2003. Uttanfyri laboratorii, hevur hon undirvíst á bachelor og master stigi í útbúgvingum innan heilsu. Gransking hennara hevur savnað seg um autoimmunar sjúkur við serligum atliti til viðgerðir, sum órógva immunkyknu samskifti.

Síðani hon kom til Føroya hevur hon granskað í samstarvi við, seinni í starvi á  Landssjúkrahúsinum.

Høvuðsendamálið við hennara gransking er at menna viðgerðir, sum miða eftir vevnaði við bruna, uttan at órógva immunverjuna aðrastaðni í kroppinum. Hon er í løtuni høvuðsgranskari í tveimum granskingarverkætlanum, sum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum og Sjúkrakassagrunninum

Amanda er eisini ráðgevi innan mýlska lívfrøði á diagnosustarvsstovuni á Landssjúkrahúsinum og luttekur í fleiri føroyskum og altjóða granskingarverkætlanum.

Les meira um Amandu Vang í Heilagrunninum

Um Mariu Skaalum Petersen

Maria tók ph.d. í Health Science við Syddansk Universitet í 2009. Maria hevur síðani 2010 starvast sum granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA), umframt havt tilknýti til aðrar granskingarstovnar. Hon hevur serliga granskað í umhvørvis- og genetiskum orsøkum til Parkinson sjúku, men hevur eisini luttikið í øðrum virksemi á  DfAA. Síðan er granskingarøkið víðkað til aðrar neurodegenerativar sjúkur, so sum demens, og amyotrophic lateral sclerosis (ALS). Hesar verkætlanir eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og úr ymsum útlendskum grunnum.

Maria fer framhaldandi at vera ein virkin partur av víðfevnda granskingarvirkseminum á DfAA.

Les meira um Mariu Skaalum Petersen í Heilagrunninum