Skriva út
Lagt út: 19.12.2022

Tvær greinar um evnisskiftið í vøddum undir hørðum arbeiði

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er leiðandi granskari á granskingarverkætlan, sum kannar leiklutin hjá vøddaglykogeni á evnisskiftið og vøddamøði undir hørðum kropsligum arbeiði. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, danska mentamálaráðnum, Novo Nordisk grunninum og AP Møller grunninum.

Toymið hevur givið tvær nýggjar greinar út, sum bera heitini “Fibre type- and localisation-specific muscle glycogen utilisation during repeated high-intensity intermittent exercise” og “The role of muscle glycogen content and localization in in high-intensity exercise performance: A placebo-controlled trial”. Tær  eru útgivnar í ávikavist Journal of Physiology og Medicine and Science in Sport and Exercise, sum eru millum sterkastu ítróttarmedicinsku og fysiologisku tíðarrit sum eru.

Jeppe F. Vigh-Larsen, sum er fyrsti høvundur á báðum greinunum, hevur nýliga lokið ph.d.-prógv og fer nú undir post.doc.-verkætlan á Syddansk Universitet.

Granskingartoymið, sum Magni Mohr er partur av, hava fyrr víst, at vøddaglykogen liggur fordeilt í trimum økjum (lagrum) í vøddakyknuni, ið liggja tætt uppá tær skipanir, sum brúka orku í vøddanum. Hetta eru natrium-kalium pumpan (stýrir vøddakonsentratiónini av natrium og kalium, sum er avgerandi fyri, at ein vøddi kann blíva kveiktur av einum nervasignali), kalisium-pumpan (pumpar kalsium jónir, sum er neyðugt fyri vøddasamandráttin) og myosin-ATPasuna (veitir orku til sjálvan vøddasamandráttin). Hesar skipanir eru avgerandi fyri, at ein vøddi kann menna kraft og spæla ein avgerandi leiklut í vøddamøði og normalum vøddavirkni.

Í nýggju kanningini hava ungir menn í góðari kropsligari venjing framt eina hart intervalarbeiði á súkklu. Undir arbeiðsprotokollini vóru vøddabiopsiir tiknir úr lærvøddanum, og víst varð at vøddaglykogenið í teimum trimum lagrunum í vøddakyknuni varð heilt tómt eftir protokollina, og at nýtslumynstrið m.a. var tætt knýtt at slagnum av vøddafipur typu. Hesin parturin av úrslitinum økir okkara vitan um vøddaevnisskiftið undir arbeiði, sum m.a. bæði hevur týdning fyri evnisskiftissjúkur sum typu 2 diabetes, men eisini fyri, hvussu vøddar møðast undir hørðum arbeiði, har tað sær út til at vera lokalu lagrini av glykogen í vøddakyknuni, sum eru avgerandi. Eftir arbeiði fingu royndarpersónarnir antin sukurdrykkir ella placebo (drikk uttan sukur) í eitt 5-tíma tíðarskeið. Bólkurin, sum fekk sukur ella kolvætu í hvíldarintervallinum kláraði munandi betur at fylla glykgenlagrini í teimum trimum lokalu støðunum í kyknuni enn placebobólkurin, og kláraði eisini at betra um vøddavirkni. Vøddavirknið varð mátað við einari styrkitest, har vøddin eisini varð stimbraður elektriskt. Tískil er mekanistiskt samband víst ímillum vøddamøði og vøddaglykogen tætt uppá tær orkubrúkandi skipanirnar í vøddakyknuni, har kalisumpumpurnar síggja út til at vera ávirkaðar. Í løtuni verður kannað víðari, hvussu natrium-kalium pumpan er ávirkað av lágum lokalum glykogenmongdum.

Magni Mohr sigur soleiðis um kanningina. “Talan er um eitt formligt samstarv ímillum Fróðskaparsetrið, Syddansk Universitet og Aarhus Univesitet. Vit hava vitað síðan 1966, at vøddaglykogen hongur saman við vøddamøði, men sjálv mekanisman er ikki enn útgreinað. T.v.s. vita vit ikki, hvar lágt vøddaglykogen fer inn og ávirkar prosessina frá at eitt nervasignal verður sent til vøddan og til at vøddin tekur seg saman og mennir kraft. Her er talan um eina rúgvu av evnafrøðiligum og alisfrøðiligum broytingum í vøddakyknuni, og tískil fleiri møguligar mekanismur, sum vit nú eru vit farin undir at kanna við at kanna eina mekanismu í senn. M.a. fara vit í næstum at samstarva við University of Guelph í Kanada, har vit fara at máta virkni í natrium-kalium pumpuni í mun til fallið av vøddaglykogen lokalt í kyknuni. Hetta er grundgransking, sum er avgerandi fyri at skilja evnisskiftið hjá vøddum. Hetta er vitan, sum hevur týdning bæði fyri sjúklingar við evnisskifitissjúkum, vanlig fólk, sum íðka fyri heilsuna, og úrvalsítróttafólk. Umframt hetta eru vit farin undir at greina ein spurdóm, sum arbeitt hevur verið við í meira enn 50 ár”. Magni Mohr leggur aftrat, at nýggj kanning er longu í gongd og at tey í granskingartoyminum eru sera takksom fyri stuðulin frá Granskingargrunninum.

Úrtak av greinunum kann lesast her:

Fibre type- and localisation-specific muscle glycogen utilisation during repeated high-intensity intermittent exercise - PubMed (nih.gov)

The Role of Muscle Glycogen Content and Localization in High-Intensity Exercise Performance: A Placebo-Controlled Trial - PubMed (nih.gov)

Sí vangan hjá Magna Mohr á Pure.fo