Skriva út
Lagt út: 06.03.2020

Turið Hammer vart ph.d. um tarmbrunasjúkur

Hósdagin 5. mars vardi Turið Hammer ph.d.-ritgerð á Københavns Universitet um tarmbrunasjúkur í Føroyum.

Ritgerðin kallast: “Inflammatory Bowel Diseases in the Faroe Islands.” Hon er sett saman av trimum vísindaligum greinum, sum Turið Hammer er fyrstihøvundur á og eini ritgerð við lýsing av granskingini, metodu, tilfari, úrslitum, kjaki, niðurstøðum og perspektivering.

Turið hevur verið innskrivað á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns Universitet og hevur arbeitt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í neyvum samstarvi við Medisinska Depilin á Landssjúkrahúsinum.

Vegleiðarar hennara vóru Elsebeth Lynge, professari á KU, Kári Rubek Nielsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, Johan Burisch,læni á Nordsjællands Hospital og Pia Munkholm, professari á KU.

Í metingarnevndin vóru

Rikke Lund, lektari, forkvinna
Tina Kold Jensen, professari
Ola Olén, dr.

Verjan gekk væl. Turið Hammer legði sera væl fram og tað var eitt gott kjak eftir hennara upplegg.

Ph.d.-verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið

Turið Hammer hevur fingð játtað stuðul til framhaldandi gransking á hesum økinum og fer undir nýggju verkætlanina í næstum. Hendan verkætlanin kallast: ” Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.”

Á myndini frá vinstru: Pál Weihe, Kári Rubek Nielsen, Turið Hammer, Johan Burisch og Elsebeth Lynge.