Skriva út
Lagt út: 27.10.2013

TÚ, ílegukanningar og framtíðin

Leygardagin 2. november skipar Lívfrøðingafelagið, saman við Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetri Føroya, fyri kunnandi fundi fyri almenninginum, har ljós verður varpað á nakrar av teimum etisku spurningunum, sum stinga seg upp í samband við ílegukanningar, sum m.a.FarGen arbeiðir við.

Tiltakið verður kl. 14 - umleið kl. 18 í Østrøm.

Nógvar áhugaverdar framløgur eru á skránni, og aftaná verður høvi til kjak.

Orðstýrari verður Jógvan D. Hansen, heimspekingur.

Skrá

14:00 - 14:15 Svein-Ole Mikalsen, professari í lívfrøði á Fróðskaparsetur Føroya
Genom og gen - Hvat er genom og hvat er gen? Hvat er munurin á genom- og genkanningum?

14:20 - 14:40 Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum
Gen- og genomkanningar: Yvirlit yvir hvat er í gongd í Føroyum

14:45 - 15:05 Svein-Ole Mikalsen
Genomkanningar - Ikki bert góðar og als ikki einfaldar. Vit kunnu fáa nógva vitan frá genomkanningum – Nógv meir enn tú heldur, og onkuntíð nógv meir enn tú vilt.  Hesin kunnleiki kann feiltulkast, misnýtast og er í roynd og verðu ikki altíð sannur.

15:10 - 15:50 Berge Solberg , professari í medisinskari etikk á NTNU í Noregi 
Eg og mínar ílegur – Hvørjum skal eg ansa eftir?
Etiskir spurningar í sambandi við gen- og genomkanningar: Sambandið millum meg og mínar ílegur.  Tilvildarlig fund. Misnýtsla og genetiskur mismunur. Fyrimunir og vansar við váðametingum, ið eru grundaðar á ílegukanningar, o.s.fr.

15:50 - 16:00 Steðgur.

16:00 - 16:20 Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari FarGen
Fargen – hvat er ætlanin?

16:20 - 16:40 Shahin Gaini, yvirlækni á Odense Universitetshospitali
Sjónarmið hjá einum lækna viðvíkjandi genomkanningum 2013

16:40 - 17:00 Herborg Sloan, løgfrøðingur
Karmar rundanum gen- og genomkanningar í Føroyum; eru teir nøktandi?

17:00 - Kjak

Innbjóðing til tiltakið er á Facebook