Skriva út
Lagt út: 06.11.2019

Tryggari sjóferðsla í norði við ES-stuðli

MRCC í Føroyum er partur av stórari europeiskari verkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Horizon 2020. Tað er Hovedredningssentralen i Nord-Norge við sæti í Bodø, sum hevur fingið stuðul til at styrkja tilbúgvingina í norðurøkjunum gjøgnum verkætlan, sum kallast ARCSAR.

Økta skipaferðslan við flutnings- og cruiseskipum leggjur stórt trýst á økið og setur stór krøv til tilbúgvingina í øllum norðurøkjunum

ARCSAR-verkætlanin skal verða við til at styrkja tilbúgvingina. Málið er at fremja nýskapanir innan tøkni, mannagongdir, arbeiðshættir og aðrar arbeiðsgongdir, sum skulu menna eina munadyggari og betri leiti- og bjargingartænastu og oljuverjutilbúgving í Arktis.

Talan er um samstarv millum hægri lærusstovnar, almennar tænastustovnar og vinnufyritøkur, millum teoretikarar og praktikarar.

Umframt Hovedredningssentralen i Nord-Norge eru norsku luttakararnir Kystverket, Kystvakten, Nord universitet, Metrologisk Institutt, AECO og Maritimt Forum Nord.

Harafturat verður samstarvað við partar í Føroyum, Íslandi, Finlandi, Írland, Italia, Svøríki, Týsklandi, Kanada, Ný Sælandi, Stóra Bretlandi, Russlandi og USA.

Samlaða játtanin til verkætlanina er umleið 26 mió. kr. Av hesum er stuðulin til MRCC Tórshavn góðar 500.000 kr.

Til ber at lesa meira um ARCSAR-verkætlanina og samstarvspartarnar í ES-skránni Cordis

Tað er norska Forskingsrådet, sum ber tíðindini saman við einum stuttum film um verkætlanina.

Stuðul kann fáast til nógvar samfelagsavbjóðingar

ARCSAR verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu ES við Horizon 2020 skránni stuðlar ymsum pørtum í samfelagnum at finna nýggjar loysnir til samfelagsavbjóðingar. Í Horizon 2020 verður eggjað til og latin dyggur fíggjarligur stuðul til samstarv millum almenna og privata geiran, millum granskingarstovnar, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Endamálið við samstarvinum skal ítøkiliga kunna betra um samfelagið á ymsan hátt og skapa nýggjar vinnur og arbeiðspláss.

Føroyskir stovnar og fyritøkur kunnu luttaka í samstarvsverkætlanum á jøvnum føti við onnur í Europa, tí Føroyar hava avtalu við ES um samstarv á økinum.

Meira kunning um Horizon 2020 fæst við at venda sær til Granskingarráðið.