Skriva út
Lagt út: 19.03.2009

Trý nýggj PEOPLE útbóð

 

Europa kommissiónin hevur almannakunngjørt trý nýggj útboð innan serskránna PEOPLE í sjeyndu rammuskránni.

Hesi útboð eru ætlað at stuðla undir venjing og yrkismenning fyri granskarar. Útboðini fevna um:

IEF skráin veitir fíggjarligan styrk til framkomna venjing og fleirtjóða flytføri upp til trý ár. Umsóknin skal fevna um einstaka verkætlan, ið er lýst av einum royndum granskarar frá einum limalandi ella einum landi við atlimaskapi í samstarvi við ein vertsstovn frá einum limalandi ella landi við atlimaskapi. Verkætlanin skal snúgva seg um eina samanhangandi granskingarætlan í øll trý arini, har granskarin er á einum stovni í einum triðjalandi fyrsta og/ella annað árið. Triðja árið verður aftur arbeitt á vertsstovninum.

IOF skráin er opin fyri royndum granskarum frá triðjalondum. Fíggjarligur styrkur verður veittur til einstakar granskingarverkætlanir lýstar av einum royndum granskarar í samstarvi við ein vertsstovn í einum limalandi ella landi við atlimaskapi. Møguleiki er eisini fyri at venda aftur til upprunastovnin, um talan er um eitt ICPC land (International Coopertation Partner Country, fátøk triðjalond)

IIF skráin miðar eftir styrkja samstarv við at økja um flytføri millum starvsfólk og at fremja netverksvirksemi millum europeiskar granskingarstovnar og stovnar frá einum triðjalandi, sum ES hevur eina S&T avtalu við.

Nærri kunning um útboðini fæst við at vitja hesa slóðina ella við at venda sær til føroysku NCP-umboðini á Granskingarráðnum.

Umsóknarfreistin er 18/8-2009