Arbeidsmarknadarstudul 2025
Skriva út
Lagt út: 27.05.2025

Tríggjar verkætlanir og tvær kanningar um arbeiðsmarknaðin fingið stuðul

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til tríggjar granskingarverkætlanir og tvær kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 3 mió. kr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2025.

Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking:

Tordis Tróndarson: "Fram móti eini framkomnari praktiskari sjúkrarøktarfrøði. Ein virknisgrundað ph.d-verkætlan um uppstiging av føroysku útbúgvingini" 
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 1.100.000 kr.

Anna Elisabeth Holm: "Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður"
Granskingarverkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.000.000 kr.

Eina H. Eliasen: "Umskifti til pensjónistalívið og trivnaður hjá føroyingum"
Granskingarverkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi - 900.000 kr. 

Upp til í mesta lagi 1 mió. kr. eru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar í 2025.

Tvær verkætlanir fingu stuðul til kanningar:

Gunnleygur Clementsen: "Vitlíki til arbeiðis" 
Kanningarverkætlan hjá Føroya Pedagogfelag - 300.000 kr.

Súsanna Olafsdóttir Skaale: "Compassionate Mind Training interventión við umsorganarstarvsfólki - ein pilot verkætlan"
Kanningarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya - 282.489 kr.