Skriva út
Lagt út: 18.08.2015

Tríggjar ph.d.verjur í september

Komandi vikurnar fara tríggir granskarar, sum hava fingið stuðul úr Granskingargrunninum at verja ph.d.ritgerð.

Fríggjadagin 4. september fer Ása Róin at verja ritgerð sína: "“On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands.” við Linköpings Universitet. Les meira her

Hósdagin 10. september fer Noomi Oddmarsdóttir Gregersen at verja ritgerð sína: "Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder" við Aarhus Universitet. Les meira her

Fríggjadagin 18. september fer Helena Gásdal Karstensen at verja ritgerð sína: “Towards the genetic basis of hereditary anosmia in the Faroe Islands” við Københavns Universitet. les meira her

Fleiri verjur eru væntandi afturat í ár.

Í Heilagrunninum ber til at síggja yvirlit yvir granskarar í Føroyum og føroyskar granskarar uttanlands. Nærum 170 eru skrásett við doktaraheiti. Les meira her