Skriva út
Lagt út: 15.12.2015

Tríggjar játtanir til átøk á heilsuøkinum

Granskingarráðið hevur seinasta mánaðin játtað stuðul til tríggjar umsóknir frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Hetta er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Føroya Lærarafelag hevur fingið játtað kr. 50.000 til bók til ung um kroppin, kenslur og kynslív. Talan er um útlendska bók, sum verður umskrivað til føroyskt av fakfólki. Bókin er ætlað ungum – frá fyrstu tannáringaárum til vaksin. Hon er um kroppin og útsjónd, kærleika og alt tað, sum er pínligt. Tú kanst lesa um kynslutir, kynssjúkur og fyribyrging, men bókin er ikki bara ein faktabók. Hon snýr seg eisini um vinalag, einsemi, bólkatrýst, happing, sjálvsvirði, sjálvskenslu og mangt annað, sum hevur týdning fyri stór børn og ung. Bókin skal eftir ætlan koma út á vári 2016.

FÁ 3, sum er áhugabólkur undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri anestesi- og intensivsjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið játtað kr. 40.000 til hjartastartaradag, sum skal vera í SMS í februar 2016. Tiltakið skal varpa ljós á hjartastøðgviðgerð uttanfyri sjúkrahúsið. Endamálið er at upplýsa almenningin um týdningin av skjótari viðgerð í sambandi við hjartastøðg og at menna førleikar at byrja hjarta-lungabjarging. Fyriskipararnir fara at bjóða stutta og greiða ástøðiliga undirvísing, har høvi verður at royna hjarta-lungabjarging og fáa undirvísing í, hvussu hjartastartarin verður nýttur.

Cøliakifelag Føroya hevur fingið játtað kr. 90.000 til gerð og prent av bóklingi um cøliaki. Cøliaki, ið eisini verður nevnt gluten-intoleransa, er ein varandi kronisk tarmsjúka, har ein ikki tolir proteinið gluten, sum er at finna í korni – serliga í hveiti, bygg og rugi. Vitan um kost er lívsneyðug fyri fólk við cøliaki, at tí at einasti “heilivágur” er at eta kost, sum ikki inniheldur gluten. Stórur tørvur er á kunning, tí vitanin í Føroyum um sjúkuna er avmarkað. Bóklingurin, sum verður á leið 30 síður, er ætlaður ymsum, sum møta hesum fólkum t.d. læknar, heilsuverk, matstovur, ítróttarfeløg, barnagarðar, almannaverk, ellis- og røktarheim, mathandlar v.fl.


Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her