Skriva út
Lagt út: 25.11.2014

Tríggjar greinir um arbeiðsfysiologisk øki

Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum givið út tríggjar nýggjar vísindaligar greinar í heyst. Greinirnar viðgera trý ymisk arbeiðsfysiologisk øki.

Grein 1 í Journal of Sport and Health Sciences

Effects of small-volume soccer and vibration training on body composition, aerobic fitness, and muscular PCr kinetics for inactive women aged 20-45.

Høvundar: Connolly, Scott, Mohr, Ermidis, Julian, Bangsbo, Jackman, Bowtell, Davies, Hopkins, Seymour, Knapp, Krustrup and Fulford.

Greinin samanber úrslit av lítlari mongd (2x15 min um vikuna) av fótbóltsvenjing versus venjing á vibratiónsplatformi í 16 vikur hjá kvinnum í aldrinum 20-45 ár. Broyting í kropskompositión varð mátað við DXA-skanning og orku-status í vøddunum undir møðandi arbeiðstest varð mátað við MRI-skanning (sparkiarbeiði var framt inni í MRI-skannarar), har fokus var á Creatin Phosphat kinetik. Víst var, at venjing á vibratiónsplatformi hevði onga effekt, meðan fótbóltsvenjing framd einans tvær ferðir 15 min minkaði um kropsfeitt, betraði hjartafunktión og orkustatus í vøddunum undir kropsligum arbeiði. Tískil ber til at betra um sína heilsustøðu við bert 2x15 min av fótbóltsvenjing um vikuna.

Kanningin varð gjørd í á University of Exeter í UK, og varð framd í samstarvi ímillum enskt, svenskt, danskt, grikst, og týskt universitet og so Fróðskaparsetur Føroya.

Les greinina her

Grein 2 í Journal of Sport Sciences

Caffeine supplementation does not affect match activities and fatigue resistance during match play in young football players.

Høvundar: Pettersen, Krustrup, Bendiksen, Randers, Brito, Bangsbo, Jin and Mohr.

Her var effektin av koffein-inntøku á kropslig avrik og møði undir fótbóltsdystum kannað í ungum (18 ár) mannligum norskum elitufótbóltsspælarum. Renniførleiki varð mátaður við ZXY-systeminum, ið brúkar radiotøkni at fylgja fótbóltsspælarum í dysti. Blóðroyndir vóru tiknar undir dysti og kropslig møði varð mátað við Yo-Yo IR2 testini aftaná dystirnar. Hesar mátingar vóru gjørdar við koffein ella placebo-inntøku. Víst varð, at koffeininntøka ikki broytti kropslig avrik í dysti ella møði eftir fótbóltsdystir, men gjørdi tó, at leikararnir blivu betri til at framleiða mjólkasýru (laktat) undir dystinum. Víst varð eisini, at nógvir leikarar høvdu eina positiva effekt (hóast eingin statistisk framgongd varð) og hugtakið “high responders” og “low responders” verður diskutera í greinini. Kanningin vísir, at ungir fótbóltsspælarar ikki betra teirra avrik í dysti við koffein-inntøku, sum annars er víst við vaksnum leikarum.

Kanningin varð gjørd á University of Tromsø, NO, í samstarvi ímillum enskt, danskt, svenskt, írskt, katarskt universitet og so Fróskaparsetur Føroya.

Les greinina  her

Grein 3 í Scandinavian Journal of Medicine and Sciences in Sports

Plantar flexor neuromuscular adjustments following football match-play in hot and cool conditions

Høvundar: Girrard, Nybo, Mohr and Racinais.

Vit kannaðu fysiologiskar møðis- og hvíldarskipanir í nervaskipanini og vøddunum aftaná fótbóltsdystir í heitum (43°C) og vanligum (21°C) umhvørvi. Áðrenn, beint aftaná og 24 og 48 tímar aftaná dystirnar mátaðu vit maksimala styrki, nervasignal-styrki og aðrar variablar, sum staðfesta vødda-nervaskipan funktiónalitet. M.a. stimuleraðu vit nervar elektriskt undir vøddasamandrátti, fyri at kanna møgulig negativ árin á nervaskipanina eftir dystirnar. Víst var, at maksimal styrki og vøddaaktivering fall markant aftaná dystirnar, og meðan nervaskipanin var úthvíld aftaná 24 tímar, so var vøddamøði enn at hóma 48 tímar eftir dystirnar. Serstakliga evnini at menna kraft skjótt (Rate of Force Development; RFD) vóru tarnað aftaná dystirnar, sum gevur verri kropslig avrik og økja skaða-risiko undir eksplosivum vøddasamadrátti fyrstu dagarnar eftir fótbóltsdystir. Eingin munur varð vístur ímillum møðis- og hvíldartíðini í hita samanborið við vanligt umhvørvið, hóast 30% minni arbeiði (intens renning) varð framd í hitanum. Hetta leggur upp til, at ymiskar fysiologiskar mekanismur framprovokera møði hjá arbeiðandi ítróttarfólki í hita í mun til í vanligum umhvørvi, og at ymiskar fysiologiskir tættir hvíla við ymiskari ferð. Kanningin gevur nýggja vitan um hvíldarstrategiir eftir fótbóltsdystir.

Greinin er úrslit av stórari kanning, sum varð framd í Katar við føroyskum royndarpersónum úr fótbóltsfelagnum B36 í 2010, og er fimta vísindaliga greinin frá hesi kanningini (hinar fýra greinirnar eru kunngjørdar í tíðarritunum: Buchheit et al. (2011) í Scand J Med Sci Sport; Racinais et al. (2012) í Br J Sport Med; Mohr et al. (2012) í PLoS ONE og Nybo et al. (2012) í Med Sci Sport Exerc. Kanningin er samstarv ímillum katarska granskingarsjúkrahúsið, Aspetar, danskt universitet og so Fróðskaparsetur Føroya.

Les greinina her

Granskingargrunnurin stuðlar tveimum verkætlanum hjá Magna Mohr:

Sundhedseffekter ved intervaltræning for 30-55 årige kvinder - kardiale, metabolske og knoglemæssige adaptationer ved 4 mdr. svømme- og fodboldtræning

Møðis- og hvíldartíðin (recovery) í ymiskum vøddabólkum aftaná fótbóltsdystir í væltrenaðum leikarum - effektin av fleiri dystum við stuttari hvíldartíð

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum