Nobelvinnarar
Skriva út
Lagt út: 14.10.2025

Tríggir granskarar fáa Nobelvirðisløn í búskapi

Tríggir granskarar hava í felag fingið virðisløn Nobels í búskaparvísindum fyri at hava víst, hvussu tøknilig og vísindalig nýskapan saman við marknaðarkapping skapar búskaparvøkstur. 

Helvtin av virðislønini verður latin búskapar-søgufrøðinginum Joel Mokyr frá Northwestern University í Illinois í USA. Hin helvtin verður býtt millum búskapar-ástøðingin Philippe Aghion frá Collège de France og London School of Economics og Peter Howitt frá Brown University í Rhode Island í USA.

"Virðislønin vísir týdningin av íløgum í vísindi fyri nýskapan og langtíðar búskaparvøkstur", sigur Diane Coyle, búskaparfrøðingur á University of Cambridge við tíðarritið nature.

"Tað er gott at síggja, at Nobelnevndin viðurkennir týdningin av hesum evni. Tað hevur týdning, at búskaparfrøðingar skilja umstøðurnar, ið føra til tøkniligan framburð", sigur Richard Jones frá University of Manchester,

Les meira í grein í nature her.

Myndir: Northwestern University, Patrick Imbert/Collège de France, Ashley McCabe/Brown University