Tráin P. Nónklett vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
Leygardagin 1. novembur vardi Tráin Petursson Nónklett ph.d. ritgerð sína um føroyska fiskiveiðufyrisiting frá 1950 til 1977.
Fulla heitið á ritgerðini er Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977.
Sum ph.d.lesandi hevur Tráin verðið innskrivaður á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum.
Erling Isholm, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið høvuðsvegleiðari
og Bo Fritzbøger, lektari á Keypmannahavnar Universiteti, hevur verið hjálparvegleiðari.
Í metingarnevndini vóru
Erland Viberg Joensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Guðni Thorlacius Jóhannesson, professari í søgu á Háskóla Íslands
Kåre Nolde Nielsen, granskari í samfelagsvísindum á Norges Arktiske Universitet.
Metingarnevndin segði í síni innstilling, at kanningin av menningini av føroyskari fiskivinnugransking og fiskivinnuumsiting frá seinna heimsbardaga til 1977 er við til at lýsa eitt higartil ov lítið kannað evni av stórum týdningi fyri føroyska søgu. Ritgerðin er empiriskt sera umfatandi og nágreinilig, slakar 400 síður við umleið 1400 tilvísingum. Tað er eitt merkisvert arbeiði, sum er framt. Ritgerðin er væl skipað og skrivað á greiðum og góðum føroyskum máli. Talan er um dygt arbeiði, sum hevur uppiborið virðing sum granskingaríkast, men eisini sum íkast til fólk við almennum áhuga fyri føroyskari søgu. Nevndin var samd um at góðkenna ritgerðina til verju.
Sjálv verjan gekk væl og var áhugaverd hjá leikum og lærdum at fylgja við í. Andmælingarnir róstu arbeiðinum, og samrøðan, sum spenti víða, varð hildin í einum løttum tóna. Her vóru spurningar um, hvussu arbeiðið og greiningar vórðu skipað og skjalfest praktiskt, um val av tilfari, til hugleiðingar um rák og broytingar í tíðarskeiðinum og nýtslu av ymsum hugtøkum. Samanberingar vóru gjørdar við gongdina í Íslandi í sama tíðarskeiði, og støðan millum Danmark og Føroyar í sambandi við broytingar í fiskimørkunum varð umrødd. Semja var um, at tað er týdningarmikið at halda fram við at granska á økinum, millum annað um fiskimørk og fiskivinnusamráðingar í tíðarskeiðinum eftir 1977 og at gera samanberandi kanningar við støði í útlendskum skjølum, eitt nú í Bretlandi og Danmark. Síðsti parturin av samrøðuni snúði seg um sløg av fiskiveiði, øki og sjónarhorn, eitt nú umhvørvissøgu.
Í samanumtøkuni fegnaðust andmælingarnir um, at ætlanin er at geva ritgerðina út í bók, men løgdu dent á, at Tráin eisini eigur at skriva greinar um fleiri evni í ritgerðini til tíðarrit uttanlands, bæði á enskum, men kanska eisini á íslendskum.
Eftir stuttan fund kunngjørdi Erland Viberg Joensen, forfólk í metingarnevndini, at nevndin var samd um, at mæla til, at Tráin fær ph.d.-heitið.
Tráin heldur fram í postdoc. verkætlanarstarvi á Søgu- og samfelagsdeildini. Les meira um Tráin her
Ritgerðin kann lesast her
Ph.d.-verkætlanin varð fíggjað av Mentamálaráðnum.
Á myndini frá vinstru: Erling Isholm, Guðni T. Jóhannesson, Kåre Nolde Nielsen, Tráin Petursson Nónklett, og Erland Viberg Joensen.
Samandráttur
Ritgerðin viðger, hvørja ávirkan vitan, tilmæli og ummæli hjá fiskifrøðingum høvdu á føroyska fiskiveiðufyrisiting, fiskivinnu, fiskastovnar og politikk í tíðarskeiðinum 1950-1977.
Fiskiveiðufyrisiting er tiltikin trupul. Fiskur er eitt avmarkað tilfeingi, sum hevur eitt stórt virði fyri mong. Summi vilja vera við, at 20. øld er øldin hjá menniskjum, tann antroposena tíðin, sum er merkt av einari stórari ferðøking.
Eisini í fiskivinnu var ein ferðøking við vaksandi fiskiskapi, har úrslitið ofta gjørdist ovurfisking. Ein loysn hjá mongum smáum strandarlondum var at víðka sítt fiskimark. Í sambandi við víðkaða fiskimarkið og ta stóru ferðøkingina í seinnu hálvu av 20. øld gjørdist tað týdningarmikið at skipa eina føroyska fiskiveiðufyrisiting. Í hesum sambandi høvdu fiskifrøðingar stóran týdning við sínum fiskifrøðiligu kanningum og tilmælum til politisku skipanina.
Ritgerðin er í fimm høvuðspørtum við 15 kapitlum. Fyrsti partur er ein innleiðsla, og annar partur setur ritgerðina í eitt størri høpi. Triði partur viðger fiskirannsóknir undir Føroyum, vitanarframleiðslu og Fiskirannsóknarstovuna sum stovn, sum varð sett á stovn í 1951. Fjórði partur, sum er analytiski høvuðsparturin, viðger føroyska fiskiveiðu og fiskiveiðufyrisiting við neyvum empiriskum kanningum. Fimti partur tekur samanum, perspektiverar og niðurstøða verður løgd fram.
Evnisliga, ástøðiliga og háttalagsliga er íblásturin til ritgerðina serliga frá umhvørvissøgu og vitanarsøgu, umframt diskursanalysu og hugtøkum um, hvussu vísindi kunnu umsetast til politiskar avgerðir.
Føroyska fiskimarkið gjørdist 200 fjórðingar í 1977, og fleiri seinni framsetingar vísa á, at føroysk fiskiveiðufyrisiting byrjaði í 1977. Ritgerðin vísir tó, at eisini áðrenn 1977 vóru føroyskir myndugleikar virknir fiskiveiðufyrisitingarliga, serliga árini millum 1964-1977, tá ið føroyska fiskimarkið var 12 fjórðingar.
Føroysku fiskifrøðingarnir vildu hava føroysku fiskiveiðuna at gerast “ein optimal veiða”. Summir fiskastovnar vórðu mettir at vera undirfiskaðir, meðan aðrir stovnar vórðu mettir at vera ovurfiskaðir. Tað snúði seg um at finna eina javnvág í fiskiskapinum. Hugtakið um “eina optimala veiðu” kom at ávirka tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Viðgerðin vísir, at fiskifrøðiliga vitanin serliga varð umsett til politiskar avgerðir, tá ið talan var um tilmæli, sum snúðu seg um vøkstur í fiskiskapi. Tá ið tilmælini snúðu seg um avmarkingar, var ofta trupult hjá politisku skipanini at umseta vitanina til politikk. Um avmarkingar vóru til fyrimunar fyri føroyska fiskiveiðu mótvegis bretskum trolarum, var hinvegin lættari at fáa politisku skipanina at taka undir við teimum.
Hypotesan undir ritgerðini er, at neyðugt er við nøkrum grundleggjandi fortreytum fyri at veiða umhvørvisliga og sosialt burðardygt í einum samfelag sum tí føroyska. Grundleggjandi fortreytirnar eru: 1) ein fatan og viðurkenning av, at tað er møguligt og skilaleyst at ovurfiska; 2) vísindalig háttaløg, arbeiðsmegi, serkunnleiki og umstøður at meta um støddina á fiskastovnum og ferðamynstrum hjá fiskastovnum; 3) vitan um avmarkingarmøguleikar og 4) myndugleikar, sum eru førir fyri at seta í verk avmarkingar/reguleringar og at handhevja tær.
At enda verður mett um, hvørt hesar fortreytir vóru til staðar, tá ið føroyingar fluttu sítt fiskimark út í 1977. Mett verður, at fortreytirnar í stóran mun vóru til staðar, men kortini helt ovurveiða fram aftan á 1977. Hugleitt verður um møguleikar fyri, hví so var.
