Skriva út
Lagt út: 18.02.2017

Tørvar tær fíggjarligan stuðul til tína verkætlan?

Hevur tú umhugsað at granska eftir lesnaðin? Ella ert tú bara forvitin at vita meira um, hvørjar møguleikar tú hevur at fara undir nýggjar verkætlanir?

Mánakvøldið 6. mars verður kunningartiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um møguleikar fyri at søkja um fíggjarligan stuðul til gransking og menning. Tað eru MFS og Granskingarráðið, sum skipa fyri.

Á tiltakinum verður kunnað um møguleikar fyri at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir, sum hava tilknýti til Føroyar ella sum hava týdning í føroyskum høpi. Eisini verður kunnað um møguleikarnar fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020, sum er granskingargrunnurin hjá ES kommissiónini. Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020 og gevur hetta góðar møguleikar t.d. at koma til Føroya við fíggjarligum stuðli úr Horizon 2020.

Á skránni verða framløgur við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum og Mariu Húsgarð, NCP-samskipara.

Eisini verður høvi at hoyra um ítøkiligar royndir við at søkja stuðul og at vera ph.d.-lesandi frá Louise Meier Carlsen, sum er innskrivað til ph.d.-lestur á Københavns Universitet, og undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.

Aftaná verður møguleiki at seta spurningar og at umrøða ítøkiligar ætlanir.

Tiltakið er ókeypis!

Tú kanst siga frá, at tú er áhugað/ur í tiltakinum her

MFS og Granskingarráðið