Skriva út
Lagt út: 19.11.2019

Tórur Biskopstø Strøm vart ph.d. á DTU

Mikudagin 2. oktober vardi Tórur Biskopstø Strøm ph.d.-ritgerð sína í teldutøkni á Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Ritgerðin snýr seg um at økja ferðina á gerlum, serliga tíðarsonnum gerlum, við at betra um samskiftið ímillum kjarnurnar. Heitið á ritgerðini er "Real-Time Synchronization on Multi-Core Processors" og fevnir um fýra greinar.

Vegleiðarar vóru:

Martin Schoeberl, lektari, og Jens Sparsø, professari á DTU Compute.

Í metingarnevndini vóru:

Björn Brandenburg, lektari á Max Planck Institute for Software Systems.
Peter Puschner, lektari á Technische Universität Wien.
Paul Pop, professari á DTU Compute, formaður.

Úrslitið av verkætlanini er nýggjur tólbúnaður til gerlar. Eitt nú Hardlock, sum í ringasta føri letur kjarnur taka eitt lás innan tveir "clock cycles". Allur tólbúnaðurin er "open source" og kann tískil frítt nýtast av øllum.

Verkætlanin varð fíggjað av Granskingarráðnum og DTU Compute. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum