Torkil Veyhe Ph.D.
Skriva út
Lagt út: 30.04.2024

Torkil Veyhe vart ph.d. á SDU

Fríggjadagin 26. apríl vardi Torkil Veyhe ph.d. á Institut for Teknologi og Innovation, Syddansk Universitet.

Í ph.d.-verkætlanini hevur Torkil Veyhe gjørt royndir og sett modell upp fyri sniðgeving av burðardyggari festing av veirsloyfum i betongelementum, har burðarmagnið er nøktandi og seiggið er gott, uttan ovurnýtslu av tilfari.

Ritgerðin kallast "Design of Looped Wire Rope Connections between Concrete Wall-Elements: Experimental Investigation and Establishment of Mechanical Model for the Anchorage Capacity of Looped Wire Ropesin”.

Ritgerðin er sett saman av einni frágreiðing uppá 200 s. við fylgiskjølum og tveimum vísindaligum greinum, harav onnur er útgivin og hin er til metingar. Ein samandráttur av arbeiðinum kann síggjast her.

Talan er um eina vinnu phd.-verkætlan, sum er gjørd í samstarvi millum Syddansk Universitet og COWI.

Henrik Brøner Jørgensen, lektari á SDU, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Søren Gustenhoff Hansen og Bernt Suikkanen, báðir frá COWI, hava verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Lars German Hagsten, professari á Aarhus Universitet, Miguel Fernández Ruiz, professari á Universidad Politécnica de Madrid og Robert Vollum, professari á Imperial College London.

Verjan gekk sera væl og tað var ein samd metingarnevmd, sum mælti til at Torkil Veyhe fær ph.d.-heiti.

Torkil Veyhe heldur fram í starvi hjá COWI.

Les meira her og her

Á myndini er Torkil Veyhe í miðjuni saman við tveimum av vegleiðarunum.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum