Skriva út
Lagt út: 16.06.2020

Tóra stýrir krystallum við tónleiki

14 ára gamla Tóra Tróndardóttir Bærentsen hevur granskað, hvussu ljóðaldur kunnu ávirka tilgerðina av krystallum.

Tóra er føroysk, men býr í Danmark. Hon gongur í 8. flokki á Filipskúlanum á Amager.

Verkætlan hennara um ljóðárin á krystallir kom í vár í finaluna í kappingini “Ungir granskarar”, sum danski náttúruvisindadepilin Astra skipar fyri.

Tóra hevur í verkætlan síni víst, hvussu ljóð kann stýra tilgerðini av krystallum, sum fer fram, tá ein løgur verður fastur.

Hon hevur gjørt royndir við at ávirka løgin við ljóðum úr einum hátalara, meðan hann verður krystallaður. Royndirnar hava víst, at ljóðaldurnar beinleiðis ávirka skapið á krystalllunum. Høgir tónar gera stór krystallir, og djúpir tónar gera smá krystallir.

- Tað hevur týdning á nógvan hátt at kunna ávirka støddina á krystallum. Við at stýra, hvussu stór krystallini í til dømis metalli verða, ber til at gera av, hvussu hart metallið verður. Og við at gera krystallini í ísi størri, kann ísurin fáast at bráðna spakuligari, sigur Tóra Tróndardóttir Bærentsen.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.