Skriva út
Lagt út: 04.01.2013

Tólv nýggir ph.d.arar í 2012

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tólv føroyingar lokið ph.d. prógv í 2012.

Mánadagin 9. januar 2012 vardi Jógvan Hansen, jarðfrøðingur, ph.d. ritgerð sína við Durham University í Stóra Bretlandi. Ritgerðin ber heitið: “Petrogenetic Evolution, Geometries and Intrusive Styles of the Early Cenozoic Saucer-Shaped Sills of the Faroe Islands”. Les meira um verjuna her

Mikudagin 7. mars 2012 vardi Jóan Petur Petersen ph.d. arbeiði sítt við DTU Informatics í Lyngby, Danmark. Heitið á ritgerðini er: "Mining of Ship Operation Data for Energy Conservation". Les meira um verjuna her

Mánadagin 26. mars vardi Súsanna við Streym, cand.scient.san., ph.d. ritgerð sína við Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast: "Vitamin D Status in the First 9 Months of Life." Les meira um verjuna her

Mánadagin 30. apríl vardi Tórður Jóansson ph.d. ritgerð sína: "Brethren in the Faroes. An Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote island community " við Department of Theology and Religious Studies, University of Glasgow. Les meira um verjuna her

Mikudagin 30. mai vardi Sára B. W. Bech ph.d. ritgerð sína við Det Sundhedsvidenskabelige Fakultet á Københavns Universitet. Heitið á ritgerðini er "Atypical Parkinsonism - Cerebrospinal fluid biomarkers and molecular genetic aspects". Les meira um verjuna her

Mánadagin 4. juni vardi Katrin á Norði ph.d.ritgerð við sína Biologisk Institut, Syddansk Universitet. Ritgerðin ber heitið: “Anaerobic oxidation of methane in freshwater sediments” við Nordic Centre for Earth Evolution, Biologisk Institut, Syddansk Universitet. Les meira um verjuna her

Fríggjadagin 15. juni vardi Eydna í Homrum ph.d. ritgerð sína "The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe". Ritgerðin viðger ávirkan av klima og havstreymum á føroyska upsastovnin. Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Eydna var innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Les meira um verjuna her

Fríggjadagin 15. juni vardi Rúna í Baianstovu ph.d. ritgerð sína "Mångfald som demokratins utmaning. En studie av hur socialtjänsten som välfärdsbyråkrati och moralisk samhällsinstitution förstår och hanterar kulturell mångfald.” Hon hevur arbeitt á Institutionen för juridik, psykologi och socialt arbete við Örebro Universitet. Les meira um verjuna her

31. august vardi Jóhannes Miðskarð, fólkaskúlalærari og cand. pæd., ph.d. ritgerð sína á Roskilde Universitet. Ritgerðin kallast "Action and Thinking - an investigation of how social workers influence school professionals regarding vulnerable children's issues". Les meira um verjuna her

Týsdagin 30 oktober vardi Zvonimir Mrdalo ph.d. ritgerð sína í búskaparfrøði við University of Aberdeen. Ritgerðin ber heitið: "A comparison of the Economic Efficiency of the Petroleum Fiscal Systems under Uncertainty: a Monte Carlo Simulation Approach.” Les meira um verjuna her

Mánadagin 10. desember vardi Kim Simonsen ph.d. ritgerð sína á Roskilde Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Literature, Imagining and Memory in the Formation of a Nation. Travel Writing, Canonisation and the Formation of a National Self-Image in the Faroe Islands" Les meira um verjuna her

Mánadagin 10. desember 2012 vardi Janus Vang ph.d. arbeiði sítt í Biomedical Science programminum - Molecular Biology and Biochemistry á University of Connecticut Health Center. Heitið á verkætlanini er: "Biophysical investigation of prolactin". Les meira um verjuna her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru yvir 300 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru gott 50 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo