Skriva út
Lagt út: 02.03.2020

Tólv bólkar við í kappingini Ársins Vitanarfróðu

Fríggjadagin 28. februar var freistin at lata inn frágreiðingar til kappingina Ársins Vitanarfróðu. Tað vóru tólv flokkar og bólkar frá seks skúlum, sum valdu at senda sítt íkast inn í hesaferð.

Nú fer ein dómsnevnd undir at lesa frágreiðingarnar og gera av, hvør skal fáa fáa heiðurin at gerast Ársins Vitanarfróðu 2020.

Bólkurin ella flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt. Eisini verður ein lærari hjá vinnandi flokkinum boðin við á Nysgjerrigper-ráðstevnuna 2020 í Oslo saman við einum umboði úr Námi.

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Vinnarin verður kunngjørdur á almennum tiltaki í apríl mánað. Nærri verður at frætta um hetta skjótt.

Tá vinnarin er kunngjørdur, verða allar frágreiðingarnar eisini almannakunngjørdar á gransking.fo

Kapping á triðja sinni

Tað eru Granskingarráðið og Nám, sum skipa fyri kappingini við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi.

Fyrstu ferð komu fýra frágreiðingar inn frá trimum flokkum. Vinnararnir vóru 5. flokkur í Eysturskúlanum við spurdóminum: Er tað neyðugt at brúka sápu?. Sí frágreiðingarnar fra 2017 her.

Aðru ferð komu ellivu frágreiðingar frá flokkum og bólkum í trimum skúlum. Vinnararnir vóru 5. flokkur í Sands skúla fyri frágreiðingina: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”.  Sí frágreiðingarnar frá 2019 her.

Les meira um kappingina her