Skriva út
Lagt út: 12.09.2019

Títtleikin av Alopecia Areata í Føroyum greinaður

Ester Weihe Jacobsen, lækni og ph.d. lesandi, hevur júst givið út vísindaliga grein um húðsjúkuna Alopecia Areata, eisini kallað blettskallutheit. Greinin er útgivin í medisinska tíðarritinum Clinical and Experimental Dermatology.

Alopecia Areata er ein húðsjúka, sum rakar hársekkirnar í húðini. Vanliga vísir hon seg sum einstakir skallutir blettir í hárbotninum, men kann eisini raka allan hárbotnin (Alopecia Totalis) ella alt likamið (Alopecia Universalis) t.v.s. bæði eygnabrýr, eygnavippur, skegg og likamshár annars. Vanliga kemur hárið aftur av sær sjálvum, hóast sjúkan hendingaferð gerst varandi. Alopecia Areata er ein immunsjúka,  tí tað er immunverjan, sum loypir á hársekkirnir. Orsøkirnar til at ein fær sjúkuna eru ikki kendar til fulnar, men hildið verður, at arvur saman við øðrum umhvørvisligum faktorum, eru orsakirnar til, at ein gerst fongdur.

Greinin kannar títtleikan av Alopecia Areata í Føroyum í tíðarskeiðinum 1973–2011. Eisini verður kannað, hvussu ofta sjúkan rakar familjulimir, hetta sum eitt mát fyri, hvussu arvalig sjúkan er. Í Føroyum hava vit eina ættarbandskrá, sum ger tað møguligt at gera slíka gransking.

Úrslitini vísa, at vandin fyri at fáa sjúkuna er umleið 0.8%. Hesin títtleikin er minni, enn mann hevur sæð í øðrum londum. Hetta kemst møguliga av, at hesir sjúklingar ikki altíð vera sæddir av einum húðlækna, og tí ikki eru við í hesi uppgerð. Tann ættarfrøðiliga kanningin fann ikki prógv fyri, at sjúkan hópast í familjum, men aftur her er tað møguligt, at tilburðirnir eru undirmettir og at hetta er orsøk til, at vit ikki finna tekin til arvaligheit av Alopecia Areata.

Viðhøvundar á greinini eru Ole Birger Pedersen, Guðrið Andorsdóttir, Gregor B.E. Jemec og Lars Erik Bryld. Greinin kallast ‘Family recurrence risk of alopecia areata in the Faroe Islands’ og samandráttur kann lesast her

Mynd: Videnskab.dk