Skriva út
Lagt út: 08.06.2015

Títtleikin á Toticollis sjúku er høgur í Føroyum

Poul Joensen neurologur hevur skrivað grein um sjúkuna Toticollis í tíðarritinum Acta Neurologica Scandinavica. Greinin kallast “High prevalence of primary focal dystonia in the Faroe Islands.” Samandráttur kann lesast her

Toticollis er sjúka, sum hevur sæti i basalgangliini eins og Parkinson sjúka. Sjúkan vísir seg við ólagi i spenningunum í vøddunum (spasmir). Hettar ger so at t.d. høvdið ikki kann haldast beint frameftir og ristingar koma i høvdinum, sum hevur lyndi til áhaldandi at fara til aðra síðuna. Sjúkan er kronisk og verður viðgjørd við at botox verður sprænt inn i teir av vøddunum, sum geva eitt nú trupulleikar í høvdinum. Nyttan av viðgerðini varir í umleið 3 mánaðir og má síðani gevast aftur. Viðgerðin verður givin á neurofysiologiska laboratoriinum á Landssjúkrahusinum.

Kanningin hjá Poul Joensen, sum er lýst í greinini, vísir, at í minsta lagi tríggjar ferðir so nógvir av hesum sjúklingum eru i Føroyum enn aðrastaðni.

Les um Poul Joensen í Heilagrunninum