Skriva út
Lagt út: 12.02.2017

Títtleiki av tarmbruna hjá føroyingum broytist í Danmark

Turið Hammer hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um títtleikan av tarmbrunasjúkum millum føroyingar í Danmark. Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Alimentary Pharmacology and Therapeutics.

Tað eru met nógvir tilburðir av fólki við tarmbrunasjúkum í Føroyum. Nógvir føroyingar flyta til Danmarkar, har títtleikin er lægri. Endamálið við hesi verkætlanini er at kanna, um ella í hvønn mun fyrsta, annað og triðja ættarlið tillaga seg til sama lága títtleika sum í Danmark.

Upplýsingar um allar persónar, sum eru føddir í Føroyum, men búsitandi í Danmark, og um børn teirra vóru savnaðir frá CPR skrásetingini fyri tíðarskeiði 1980-2014. Tilburðir av tarmbrunasjúkum vóru eyðmerktir umvegis Landspatientregisteret. Standardised incidence ratios (SIRs) vóru brúkt til at samanbera títtleikan millum føroyingar og danska fólkið sum heild.

Í kanningini kom fram, at  fyrsta ættarlið av føroyingum í Danmark hevur ein hægri títtleika av tarmbrunasjúkum enn danir. Hesin økti títtleikin var orsaka av colitits ulcerosa, meðan tað ikki varð funnin ein øktur vandi fyri Crohns sjúkuni. Títtleikin av colitis ulcerosa var næstan dupult so høgur fyrstu 10 árini føroyingarnir búðu í Danmark, meðan títtleikin fall til sama stig sum hjá øðrum íbúgvum í Danmark aftaná  at hava búð meira enn 10 ár í Danmark. 

Hóast tað ikki kann útilokast, at ein ávís genetisk tynning fer fram, so undirstrika fundini týdningin av samspælinum millum genetik og umhvørvi, tí at økti vandin fyri at fáa colitis ulcerosa hvarv í leypi av einum ættarlið fyri menn og tveimum ættarliðum fyri kvinnur.

Greinin kallast “Inflammatory bowel diseases in Faroese-born Danish residents and their offspring: further evidence of the dominant role of environmental factors in IBD development” og kann lesast her 

Høvundarnir eru Turið Hammer, Søren Nymand Lophaven, Kári Rubek-Nielsen, Marianne von Euler-Chelpin, Pál Weihe, Pia Munkholm, Johan Burisch og Elsebeth Lynge.

Turið arbeiðir við evninum sum ph.d.lesandi. Hon er innskrivað á Københavns Universitet, men arbeiðir á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. 

Les um verkætlanina her