Skriva út
Lagt út: 09.04.2013

Tilmæli: 30 mió. til vinnugransking árliga

Ferð skal fáast á vinnugransking í Føroyum. Hetta skal gerast við at tað almenna og vinnan hvør seta av 15 mió. kr. árliga komandi 5 árini til vinnugransking. Tað verður mælt til í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur.

Bólkurin handan heildarætlanina hevur stórar ætlanir og brúkar stór tøl, ikki minst tá talan er um útbúgving og gransking. Fróðskaparsetrið skal mennast munandi, bæði við fleiri útbúgvingum, meira gransking og við betri fysisku kørmum. Ikki minst verður dentur lagdur á at styrkja sambandið millum Fróðskaparsetrið og vinnuna.

Ítøkiliga verður mælt til at játta 15 mió. kr. árliga í Granskingargrunnin til vinnuverkætlanir, har vinnan sjálv skal lata líka nógv fyri at kunna fáa stuðul. Endamálið er at skapa virðisøking og betri kappingarføri í samfelagnum við gransking og nýskapan.

Martin Zachariassen, formaður í Granskingarnevndini, tekur fult undir við tilmælunum at styrkja gransking í Føroyum:
- Tilmælini í hesi ætlanini eru sera áhugaverd. Royndirnar úr øðrum londum eru, at tað serliga er innan vinnugransking og nýskapan, at tann stóra virðisøkingini fæst. Hetta skapar spennandi arbeiðsspláss og nýggja vitan, sum aftur leiðir til nýggjar vørur og mannagongdir. Ein slík satsing  hevði verið kærkomin fyri føroyska samfelagið.

- Granskingarnevndin og Granskingarráðið mæltu fyri stuttari tíð síðani Landsstýrinum til at seta í verk ymisk átøk, sum kunnu stuðla uppundir økta vinnugransking. Hesi sampakka væl við tilmælini í nýggju frágreiðingini. M.a. mæltu vit til at seta í verk skipan fyri vinnu ph.d. í Føroyum og at skapa lagaligar karmar fyri at fáa fleiri royndar granskarar til Føroya, sum kunnu geva okkum íblástur. Við tøkari fígging hevði tað borið til at fingið brúkt hesar skipanir av álvara.

Hetta kann flyta mørk 

Verður tilmælið fylgt, verða 30 mió. kr. tøkar til vinnugransking um árið komandi 5 árini.  Hetta eru stórar upphæddir í mun til, tað vit eru von við í Føroyum.  Til samanberingar verða í dag játtaðar knappar 6,6 mió kr. árliga í Granskingargrunnin, sum letur stuðul til øll granskingarøki, eisini vinnugransking, meðan Fiskivinnugransking hevur góðar 4 mió kr. til gransking og nýskapan.

Tað er eingin ivi um, at slíkar upphæddir kunnu gera stóran mun í Føroyum. Tað er sannlíkt, at flestu vinnugranskingaverkætlanirnar í fyrsta umfari vera í fiskivinnuni, alivinnuni og atknýttum vinnum, eitt nú innan KT-tøkni og reiðskap av ymsum slag.  Seinni er tað ikki óhugsandi, at royndir fara at vera gjørdar á øðrum økjum eisini.

Heildarætlanin Fólkaflyting og fólkavøkstur kann takast niður her.

Les meira um tilmælini frá Granskingarnevndini her