Skriva út
Lagt út: 10.02.2022

Tilburðirnir av grønstar í Føroyum granskaðir

Seinastu árini hava eygnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum saman við Ílegusavninum og í samstarvi við granskarar á Københavns Universitet og University of Iowa, USA, gjøgnumført fyrstu kanningina av grønstar - Glaucoma - í Føroyum. Grøn star finnist hjá øllum fólkasløgum í heiminum og kann gera fólk blind.

Verkætlanin, sum Elin Holm og Thomas Rosenberg hava staðið fyri, varð framd í tíðarskeiðinum oktober 2015 til desember 2017. Verkætlanin er stuðlað av høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunnunum.

Kanningarúrslitið er kunngjørt grein í amerikanska tíðarritinum Journal of Glaucoma. Greinin kallast: "Prevalence of Open-angle Glaucoma in the Faroese Population".

Allir nýstaðfestir tilburðir vóru granskaðir, eins og teir sjúklingar, sum longu vóru kendir frammanundan.

Kanningin avdúkaði 264 persónar við grønstar, ið svarar til eitt sindur meiri enn 1% av teimum, ið eru 40 ár og eldri. Tey yngstu í tí aldursbólkinum eru lutfalsliga fá, men so økist talið so líðandi. Ímillum tey, sum eru 90 ár og eldri, eru tað uml. 5% sum hava grønstar í Føroyum.

Í summum familjum eru fleiri ættarlið, sum hava ella hava havt grønstar. Tað er tí væl hugsandi, at tað eru ein ella fleiri arvaligar ílegur fyri grønstar við serligari útbreiðslu í Føroyum. Tí fingu luttakandi persónarnir høvi at vera við í eini ílegukanning. Tey, sum vildu luttaka, lótu eina blóðroynd til Ílegusavnið. Haðani varð ílegu-tilfar sent til University of Iowa, sum hevur eina serdeild fyri grønstar kanningar. Úrslitið av hesum kanningum fyriliggur ikki enn.

Sí meira um grønstar í longri grein á ls.fo