Skriva út
Lagt út: 04.08.2016

Tíðarritið ‘research*eu’ - um fiskivinnuna

Tíðarritið ‘research*eu’ viðger viðkomandi spurningar um fiskivinnuna. Les um stýring av fiskastovnum, um ovurfisking og um vælumtókta alilaksin.

Eisini verða áhugaverd nýbrot innan læknavísindi viðgjørd, m.a. verður víst á nýggjar viðgerðir av krabbameinssjúkum. Samfelagsmál, tøkni, orka og umhvørvi verða eisini tikin fram. 

Í research*eu verður greitt frá um verkætlanir, sum eru stuðlar gjøgnum Horizon2020 ella undanfarnar granskingarskráir, og sum nú kunnu vísa á greið úrslit. Tíðarritið kemur út einaferð um mánaðin.

Finna nýggjastu útgávurnar av ‘research*eu’ her